Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Arbeiðsmarknaðurin er undirvísingartilfar, sum er framleitt í samráði við Nám, Føroya Arbeiðsgevarafelag og fakfeløgini. Tilfarið er ætlað undirvísingini í samfelagsfrøði í miðnámi.

Eg havi lagt stóran dent á at skriva tilfarið soleiðis, at tað er lætt at skilja. Av somu orsøk kunnu, ið hvussu so er, summir partar eisini verða brúktir í hádeild fólkaskúlans.

Gingið verður ígjøgnum ymiskar fyriskipanir á arbeiðsmarknaðinum, og vit viðgera hvønn týdning hesar hava fyri okkara samfelag. Nógvir tættir eru í samlaðu myndini, og tí hevur tað verið ein avbjóðing at velja ímillum, hvat skuldi við, og hvat ikki skuldi við. Pláss er tíverri ikki fyri øllum, og helst verður ongantíð full semja um, hvat hevur størst, og hvat hevur minst týdning.

Meðan hetta tilfarið er skrivað, hevur verið arbeitt við eini nýggjari pensjónsskipan, sum uttan iva verður ein viðkomandi partur av arbeiðsmarknaðinum, men tað arbeiðið var ikki komið á mál, og tí er tað ikki tikið við.

Eg havi roynt at avmarka tann søguliga partin, tí endamálið hevur ikki verið at skriva eina søgubók. Tó slepst ikki undan, at nakrar søguligar hendingar, sum hava havt týdning fyri, hvussu arbeiðsmarknaðurin er skipaður, máttu takast við.

Endamálið við hesum tilfarinum er at skapa áhuga fyri evninum og geva innlit í arbeiðsmarknaðin, sum er so viðkomandi hjá okkum øllum.

Umframt at hava hugt í nógv skrivligt tilfar, havi eg gjørt samrøður við fólk, ið hava viðkomandi vitan um arbeiðsmarknaðin. Hesi eru: Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag til á vári 2017, Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, Kristoffur Laksá, stjórnmálafrøðingur og nevndarlimur og samráðingarleiðari hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, Terje Sigurðsson, semingsmaður og Hanna Vang, gerðarrættarformaður. Teimum takki eg hjartaliga. Eisini vil eg takka Sonju Jógvansdóttir, úr Samtaki, og Esther Dahl úr Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum hava hjálpt til við at finna ymiskt viðkomandi tilfar um arbeiðsmarknaðin.

Somuleiðis takki eg Námi fyri samstarv og vegleiðing.

Vit lesa fyri at læra, og vit lesa eisini, tí tað er undirhaldandi at lesa. Eg vóni, at henda sBókin megnar at sameina hesi bæði endamálini, soleiðis at tað fyri næmingarnar verður stuttligt at læra.

Helgi Abrahamsen

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 978-99918-2-515-1. Upphavsrættur: Nám og høvundurin 2018