Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Tey flestu munnu kenna til, at vit sum børn onkuntíð eru send ørindi ella eru biðin um at gera onkra tænastu fyri onkran vaksnan, og at vit fingu eina samsýning afturfyri.

Hvussu nógv vit fingu, var ein spurningur um, hvør tað var, sum sendi okkum. Summi góvu nógv og onnur góvu minni - og tað var nógv stuttligari at renna ørindi fyri tey, sum góvu nógv.

Hetta slagið av "arbeiði" kemur ikki undir skipað viðurskifti. Barnið kann nokta at fara ørindi, og tann vaksni avger sjálvur, hvussu stór ella lítil samsýningin skal vera.

Men tá vit sum vaksin møta á einum arbeiðsplássi, so eru viðurskiftini nógv meira skipað. Løn og rættindi eru avtalað frammanundan, og eru ivamál, so eru eisini fastar mannagongdir fyri, hvussu tey skulu verða loyst. - Men soleiðis hevur tað ikki altíð verið, og tað hevur eisini tikið langa tíð og hevur kravt nógv stríð at fáa hesi viðurskiftini upp á pláss.

Vit fara í hesi bókini at hyggja eftir, hvussu arbeiðsmarknaðurin er skipaður, og hvussu gongdin hevur verið fram ímóti hesi skipanini.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Ein marknaður

Nú brúktu vit orðið "arbeiðsmarknaðurin" - og vit kunnu beinanvegin spyrja: Hvat er ein marknaður?

Ein marknaður er sambært orðabókini hjá Sprotanum eitt "øki har ið keypt og selt verður". Vit kenna orðini "Fiskamarknaður", har skip avreiða og virki keypa fisk, og vit hoyra eisini um virðisbrævamarknað, oljumarknað og aðrar marknaðir.

Ein vøra ella tænasta verður seld á einum marknaði, tá onkur hevur tørv á henni, og onnur kunnu bjóða hana til sølu.

Arbeiðsmarknaðurin er eisini ein marknaður. Tað er har, ið arbeiðsmegi, vitan og kunnleiki verða keypt og seld sum aðrar vørur.

Arbeiðsmarknaðurin er týdningarmesti marknaðurin í einum nútímans samfelag. Tá mált verður, hvussu búskapurin í einum landi hevur tað, er arbeiðsloysi eitt tað fyrsta, ið hugt verður eftir. Tað ræður um at hava arbeiði til flest øll, sum hava aldur og førleika, annars er støðan ikki góð í landinum.

Vøran, ið verður keypt og seld á arbeiðsmarknaðinum, eitur arbeiðsmegi. Tú ella onkur annar, sum dugir okkurt ella hevur onkra ávísa vitan, eru seljarar. Keyparin kann til dømis vera ein fyritøka, sum hevur brúk fyri tíni styrki ella tíni vitan.

Jú meira tú avrikar, og jú størri eftirspurningurin eftir tær er, størri virði hevur tín arbeiðsmegi á arbeiðsmarknaðinum, og tí eigur hon eisini at kunna verða seld fyri ein hægri prís.

Vøran, ið tú framleiðir á arbeiðsplássinum, verður seld til kundar, ið hava brúk fyri henni. Prísurin er vanliga hægri enn tað, sum tú hevur fingið í løn, og hetta yvirskotið er tað, sum arbeiðsgevarin livir av. Hann hevur brúk fyri tíni arbeiðsmegi fyri at kunna framleiða og selja sína vøru, og tú hevur brúk fyri arbeiðsgevaranum, fyri at kunna selja tína vøru (arbeiðsmegina). Báðir partar hava brúk fyri hvørjum øðrum, og tí er neyðugt við samstarvi og greiðum avtalum. Tað er tað, sum henda bókin snýr seg um.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 978-99918-2-515-1. Upphavsrættur: Nám og høvundurin 2018