Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Gongur tú ein keitúr ímillum trý og fimm

konteynarar øl og brennivín og timbur skipast inn

so sært tú gamla Kalla Katt húka á sín stav

skoða farna verk sítt endurføðast hvønn ein dag

Vit eru í Keypmannahavn mitt í 70-árunum. Ungi havnardrongurin Kári Petersen stendur í trongligu hølunum hjá Føroyingafelagnum og syngur nakrar sangir, harímillum henda, sum hann fyri stuttari tíð síðani hevur skrivað.

Hølini við Store Kongensgade eru ikki av teimum fínastu. Pallurin stendur á ølkassum, og ljóðanleggið er bara einfaldar mikrofonir og forsterkarar.

Kári stendur í berari skjúrtu og kovboybuksum. Hann er síðhærdur, hevur brillur og skegg, og hann spælir sjálvur á gittara og eina munnharpu, sum er fest um hálsin. Eitt húsaorkestur við navninum "Húsabukkarnir" spælir saman við honum.

Tá gerst hann aftur ungur, sum lossaði hann har

fyri hvønn ein breyðbita hann knossaði og bar

meðan skip tey stevndu út og onnur stevndu inn

men tað var aldri fólk sum Kalli ið sóu vinningin.

Fyri Kára er tað ein fragd at syngja og spæla í hesum skapandi umhvørvinum millum føroyingar í Keypmannahavn, og hann er ikki sørt stoltur aftaná framførsluna, tí sangurin verður væl móttikin av áhoyrarunum í tí roykfylta rúminum.

Í veruleikanum er sangurin ein umyrking av einum sangi hjá dananum Niels Hausgaard, men Kári hevur "flutt hann" frá at vera ein sangur, ið gongur fyri seg á einum donskum havnarlagi til at vera um ein lossingarmann á keiini í Havn.

Nógv virksemi við lossing var í hesum umhvørvinum, og í sanginum stendur tann gamli maðurin og eygleiðir sítt fyrrverandi yrki, sum heldur fram, hóast hann sjálvur er farin av arbeiðsmarknaðinum.

Hann minnist hvønn ein kaffimunn og hvønn ein lítlan dramm

í regni millum konteynararnar, vinirnir og hann

meðan skip tey stevndu út og onnur stevndu inn

men tað er aldri fólk sum teir ið síggja vinningin.

Boðskapurin í sanginum tekur støði í tí gamla kenda evninum, um at arbeiðararnir skuldu ikki seta so stór krøv, men skuldu heldur vera takksamir fyri, at teir fingu loyvi at arbeiða. Tann stóri vinningurin mátti bíða til eitt seinni lív.

...summar skútur stevna líka inn í himmalin

og Kalli trýr at har fær hann at síggja vinningin.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hoyr sangin:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Spurningurin um rættindi hjá arbeiðarum er ógvuliga gamal. Vit kenna hann til dømis úr onkrum av líknilsunum í Bíbliuni, har avtalur vórðu gjørdar um løn, men aftaná var onkur misnøgdur við lønina og helt seg hava verið fyri mismuni.

Men hvat er røtt løn, og hvør avger, hvussu nógv ein arbeiðari eigur at fáa fyri síni avrik?

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 978-99918-2-515-1. Upphavsrættur: Nám og høvundurin 2018