Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hvussu nógv kostar ein tími av vøddum, og hvussu nógv kann eg selja ein mánað av vitan fyri?

Hetta eru kanska løgnir spurningar at seta, men í veruleikanum er tað júst hetta, spurningurin um lønir snýr seg um.

Júst sum tá tú fert inn í ein handil at keypa eina vøru, soleiðis er tín arbeiðsmegi eisini ein vøra, ið kann seljast fyri pengar.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Ósemja um prísirnar

Lat okkum taka eitt dømi, har tú fert inn í ein matvøruhandil at keypa. Áðrenn tú fert heimanífrá, skrivar tú á ein lepa, hvat tú ætlar at keypa. Vit kunnu siga, at tað, sum stendur á lepanum, er tín tørvur henda dagin.

Í handlinum finnur tú vørurnar, og tú sært á hillunum, hvat tær kosta. Prísurin er virðið, sum leiðarin í handlinum heldur, at vøran hevur. Men tað er ikki vist, at tú heldur, at vøran er so nógv verd.

Í summum londum er vanligt at "prutta" um prísirnar. Tað vil siga, at keypari og seljari tingast um virðið á vøruni. Men í Føroyum er helst meira vanligt at fara inn í ein annan handil fyri at vita, um tey har selja somu vøruna bíligari. Tað, at kundarnir kunnu "prutta" ella fara í ein annan handil at keypa, ger, at handilsfólkini noyðast at leggja prísirnar á eitt støði, sum kundarnir vilja góðtaka.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Vit eru øll við til at avgera prísirnar

Vit hava onga lóg í Føroyum sum ásetur, hvussu nógv ein vøra skal kosta. Um ein keypmaður hevur hug at selja eitt rugbreyð fyri 500 krónur, so kann eingin nokta honum tað. Men hann kann vera vísur í, at eingin vil keypa breyð fyri so nógvar pengar.

Keypmaðurin noyðist at seta tann prísin á vørurnar, sum kundarnir vilja góðtaka. Keypa vit nógv, so hækkar prísurin, og keypa vit lítið, so eru vit við til at fáa prísin at lækka. Tað er tískil javnvágin millum útboð og eftirspurning, sum avger prísin.

Tað er við øðrum orðum ikki ein stovnur ella nakrir fáir persónar, sum avgera, hvussu nógv vit skulu gjalda fyri eina vøru ella tænastu. Vit eru øll við til at áseta prísirnar.

Hetta kalla vit "at lata marknaðarkreftirnar ráða".

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Arbeiðsgevarin keypir tína arbeiðsmegi – men hvør er prísurin?

Tín arbeiðsmegi er eisini ein søluvøra. Arbeiðsgevarin hevur tørv á tíni styrki ella tíni vitan. Hann bjóðar tær tí ein prís, sum kann vera tímaløn, mánaðarløn ella løn eftir onkrari aðrari skipan. Lønin er prísurin, sum arbeiðsgevarin heldur, at tín arbeiðsmegi er verd.

Men tú heldur kanska, at tú fært ov lítið í løn, og so hevur tú tveir møguleikar. Tú kanst tingast við arbeiðsgevaran um lønina, ella kanst tú finna eitt annað arbeiðspláss, har lønin er hægri. Eisini her ráða marknaðarkreftirnar.

Í veruleikanum er tað ikki tú og arbeiðsgevarin, ið sjálvi tingast um lønina, tí tað gera fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg fyri tykkum. Men hetta við fríum marknaðarkreftum, samráðingum um løn og semju um prísir hevur ikki altíð verið í Føroyum og londunum rundanum okkum.

Fyri at skilja hetta mugu vit fara ein stuttan túr aftur í tíðina.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 978-99918-2-515-1. Upphavsrættur: Nám og høvundurin 2018