Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Nýggja tíðin gav hópin av møguleikum bæði til arbeiðarar og arbeiðsgevarar, og báðir partar vistu, at teir høvdu brúk fyri hvørjum øðrum, um teir skuldu fáa lut í ágóðunum, sum nýggja tíðin hevði at bjóða. Men nógv var framvegis, sum partarnir vóru ósamdir um.

  • Hvussu nógva løn áttu arbeiðsfólk at fáa fyri arbeiðið?
  • Hvussu nógvar tímar skuldu tey arbeiða um dagin?
  • Hvørji rættindi skuldu arbeiðsfólk hava til frítíð? o.s.fr.

Nógvar aðrar spurningar hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum eisini gjøgnum tíðirnar verið noyddir at taka støðu til og at finna semju um. Nevnast kunnu lønin fyri yvirtíð, munurin millum lønina hjá konufólkum og mannfólkum, frítíðarløn, eftirløn, barnsburðarfarloyvi, arbeiðsloysisskipan o.s.fr.

Ósemjurnar um rættindi og skyldur hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum høvdu við sær, at báðir partar fóru at skipa seg í feløg. Fyrstu feløgini á landi fóru at virka um ta tíðina, tá fyrri heimsbardagi var brostin á. Ein orsøk, til at feløgini gjørdust virkin tá, var uttan iva hækkaðu prísirnir, sum vóru ein avleiðing av heimsbardaganum. Tað var vorðið trupult hjá arbeiðarum og handverkarum at fáa endarnar at røkka saman við lønunum, sum vóru.

Á heimasíðuni hjá Havnar Arbeiðarafelag stendur um stovnandi fundin av felagnum, sum varð hildin tann 16. januar 1916:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Einir 100 menn savnaðust í januar 1916, mitt undir fyrsta heimsbardaga, í Avhaldinum í Havn fyri at stovna Havnar Arbeiðsmannafelag. Fakfelagið var harðliga tiltrongt. Lønirnar vóru lágar, 30 oyru um tíman og arbeiðsdagarnir langir – frá klokkan 6 á morgni til klokkan 6 á kvøldi – 6 dagar um vikuna. Til samanberingar kann nevnast, at eitt kilo av mjøli kostaði 72 oyru (hetta orsakað av krígnum).

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Ein arbeiðsmaður skuldi sostatt arbeiða í 2 tímar og 24 minuttir fyri at fáa ta lønina, sum svaraði til virðið á einum kilo av mjøli. Til samanberingar kann nevnast, at prísurin fyri eitt kg av mjøli nú á døgum liggur um 10 krónur (alt eftir hvat slag av mjøli, talan er um). Tað vil siga, at arbeiðarin skal arbeiða í umleið 5 minuttir fyri at inntøkan skal røkka til 1 kg. av mjøli.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hørð mótstøða

Tey, ið skipaðu fyri at stovna fyrstu fakfeløgini, máttu ofta bøta fyri tað, tí arbeiðsgevararnir góðtóku ikki, at "vanliga fólkið" skuldi vera við til at avgera viðurskiftini á arbeiðsplássunum.

Í bókini "Virki og menning" greiðir fyrsti formaðurin í Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag, Christian Thomsen, soleiðis frá fyrsta sáttmálanum, sum varð gjørdur, eftir at felagið var stovnað:

...Men tað var ógvuliga trupult at fáa fólk til at halda seg til avtalurnar, sum gjørdar vóru. Serliga tey eldru fólkini. Tey rætt og slætt ræddust arbeiðsgevararnar. Tí tað var ov lítið arbeiði. Og tann, sum helt við felagnum, kundi vænta sær ikki at vera biðin til arbeiðis aftur...

Víðari segði hann:

Eg sat bert eitt ár sum formaður. Eg segði meg undan at verða valdur aftur. Tí eg fekk ein so dyggan straff. Eg bleiv ikki biðin at arbeiða aftur á hvørgum arbeiðsplássinum, frá felagið varð stovnað í november til 14. september árið eftir. Men eg kláraði meg alíkavæl. Eg arbeiddi fyri privat fólk. Og tann nýggi skúlin skuldi byggjast. Har bleiv eg biðin um at átaka mær spreingingina og stoypingina av grundini. Og tað hjálpti ein heilan deil.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Samd um at vera ósamd

Hóast fyrstu nógvu árini vóru merkt av stórum ósemjum, og hóast partarnir á arbeiðsmarknaðinum framvegis kunnu vera rúkandi ósamdir um ymisk mál, so er nú á døgum rættiliga breið semja um, at henda skipanin við fríum samráðingarrætti er frægasta loysnin fyri allar partar.

Ein orsøk til at vit fingu hesa skipanina, har báðir partar millum annað viðurkenna rættin hjá arbeiðarum at skipa seg í fakfeløg, og rættin hjá arbeiðsgevarum at leiða og býta arbeiðið, er sokallaða Septembersemjan.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 978-99918-2-515-1. Upphavsrættur: Nám og høvundurin 2018