Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Tá í tíðini vóru ongar lønarsamráðingar.Vanliga var bara ein (ella nakrir heilt fáir) arbeiðsgevarar í hvørjari bygd, og at ferðast til aðrar bygdir at arbeiða var sera trupult, sum umstøðurnar vóru. Fólk høvdu einki val. Tey máttu góðtaka ta lønina, sum stóð teimum í boði, um tey skuldu hava nakað arbeiði.

Sami arbeiðsgevarin átti vanliga eisini einasta handilin í bygdini, so umframt at áseta lønina ásetti hann eisini prísirnar á vørunum, ið fólk kundu keypa. - Har var eingin annar handil at fara í.

Av tí at allir pengarnir, sum fólk tjentu, komu frá somu fyritøku, sum tey eisini máttu keypa allar vørurnar frá, var ikki neyðugt at brúka pengar. Tey kundu líka so væl skriva upp í bøkur (nevndar kontrabøkur), hvussu nógv tey arbeiddu, og hvussu nógv tey keyptu, og so kundu keyptu vørurnar verða roknaðar sum løn. Í Klaksvík og í Fuglafirði gjørdu handilsfyritøkurnar J. F. Kjølbro og S. P. Petersen eitt stutt tíðarskeiðsínar egnu pengar, sum bara kundu nýtast í teirra handlum. Men hesir pengarnir vóru ólógligir, og tí steðgaði tað aftur.

Les meira um blikkmyntirnar hjá S. P. Petersen og J. F. Kjølbro (s. 148 t.v.)

Í hesi tíðini kom eitt vaksandi tal av fólki at hoyra til ein nýggjan samfelagsbólk, ið vit kunnu kalla verkamannafjøldin ella arbeiðararnir. Hetta vóru fólk, sum orsaka av broytingini í samfelagnum høvdu fingið nýggjar møguleikar, og tað kundu tey vera glað fyri. Men tað kravdi eisini, at tey seldu sína arbeiðsmegi fyri ein prís, sum arbeiðsgevarin einsamallur ásetti. Skiftið yvir til marknaðarbúskap var byrjað, men framvegis var langt á mál.

Arbeiðsgevarin var tann sterki og arbeiðarin tann veiki. Tað var arbeiðsgevarin, sum gjørdi av, hvussu stórt virði "ein tími av vøddum" skuldi hava, og hann gjørdi eisini av, hvussu nógv eitt breyð skuldi kosta.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 978-99918-2-515-1. Upphavsrættur: Nám og høvundurin 2018