Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Um ár 1330 verður út frá søguligum skjølum mett, at tað hava búð millum 2.700 og 4.000 fólk í Føroyum.

Um ár 1600 verður mett, at fólkatalið hevur framvegis ligið heilt niðri á umleið 3.200 fólkum. Tað vil siga, at í hesi umleið 250 árini vaks fólkatalið ikki. Her skal tó havast í huga, at tað var í hesum tíðarskeiðinum, at herviliga umfarssjúkan svartideyði herjaði um alt Evropa, og hóast vit ikki hava søgulig prógv fyri tí, so eru sagnir, sum siga, at sjúkan eisini kravdi nógv mannalív í Føroyum.

Men eisini eftir at vunnið var á hesi herviligu sjúkuni, er okkurt, sum bendir á, at long tí gekk, áðrenn fólkatalið fór at vaksa. Onkur meting sigur, at í 1650 var fólkatalið komið heilt niður á 2.500 fólk. Men so kemur vend í. Í 1710 verður mett, at fólkatalið er komið uppá umleið 3.600 – tað vil siga umleið har, sum tað hevði verið 400 ár frammanundan.

Av tí at hesi tølini byggja á metingar, skulu tey takast við fyrivarni, men tey geva tó eina mynd av, at livilíkindini hava ikki verið av teimum bestu her á landi.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Broytingartíð

Í 1769 varð fyri fyrstu ferð skipað fyri eini almennari fólkateljing. Hon vísti, at tá búðu 4.773 fólk í Føroyum.

Í 1801 var aftur fólkateljing, og tá var fólkatalið komið uppá 5.255, og 30 ár seinni var tað komið uppá umleið 6.800 fólk.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hvussu ber tað til, at fólkatalið sum hevði staðið mestsum í stað í fleiri øldir, nú fór at vaksa?

Ein orsøk var uttan iva broytingar í samfelagnum. Landbúnaðurin hevði ikki longur so stóran týdning fyri lívsgrundarlagið hjá føroyingum, og tí fóru húskallar og arbeiðskonur av bóndagørðunum og búsettu seg millum annað í nógvum nýggjum bygdum víða um landið. Har kundu tey hava sína egnu trøð (eitt lítið jarðarstykki) at røkja, og eisini fekk útróður ein vaksandi týdning.

Í 1865 varð sokallaða "bátsbandið" avtikið. Harvið kundu bøndur ikki longur krevja, at ognarleysir skuldu manna teirra bát. Hesir kundu tí fara at rógva út sjálvir. Eplavelting tók seg eisini upp hesa tíðina, og tað stuðlaði uppundir møguleikarnar hjá ognarleysum familjum at lívbjarga sær við útróðri og traðarbrúki.

Líka síðani 1777 høvdu ognarleys og onnur ikki havt loyvi at giftast, um tey ikki kundu prógva, at tey kláraðu at breyðføða eina familju. Hetta forboðið varð avtikið í 1846.

Tíggju ár seinni varð kongligi einahandilin tikin av. Handilsmenn kundu tí fara undir sítt virksemi at keypa og selja fisk og aðrar vørur og byrja reiðaravirksemi og fiskaarbeiði á landi.

Í 1872 keyptu føroyingar ta fyrstu sluppina, og saman við fiskavirking á landi gjørdist hetta longu eftir 20-30 árum tann týdningarmesta vinnan í Føroyum. Brúk var fyri arbeiðsmegi umborð á sluppunum, og brúk var eisini fyri arbeiðsmegi uppi á landi. Fiskurin skuldi virkast við handamegi í góðum veðri, og nógv var eisini at lossa og lasta.

Frá at hava verið eitt siðbundið bóndasamfelag gjørdust Føroyar sum frá leið eitt fiskivinnusamfelag.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 978-99918-2-515-1. Upphavsrættur: Nám og høvundurin 2018