Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Tað var ikki bara í Føroyum, at samfelagið broyttist um hetta mundið. Soleiðis var eisini í okkara grannalondum. Í Danmark var hart stríð millum arbeiðsgevarar og arbeiðarar, og hetta hevði í 1899 við sær eitt verkbann, sum vardi í meira enn tríggjar mánaðir. 40.000 arbeiðarar sluppu ikki til arbeiðis – størsti parturin heilt frá mai til september hetta árið, og tað sveið dygt hjá teimum, sum tað rakti.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Talið av arbeiðarum var nógv vaksið, og sum einstaklingar høvdu arbeiðararnir lítla ávirkan á arbeiðsumstøðurnar og lønina. Men við at standa saman gjørdist ávirkanin størri, og tí vóru arbeiðararnir farnir at skipa seg bæði í fakfeløg og politiskt. Hetta gav teimum eina styrki, sum arbeiðsgevararnir ikki vildu góðtaka. Teir góðtóku ikki, at fólkini sum arbeiddu hjá teimum, vildu ráða fyri, hvussu teir skipaðu arbeiðsplássini. Teir settu tí hart móti hørðum í eini roynd, einaferð med alla, at seta fakfeløgini uppá pláss.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Men sum tíðin leið, gjørdist støðan rættiliga fastløst, og eingin tóktist at kunna vinna hetta lemjandi stríðið. Tí var neyðugt at finna eina semju millum partarnar.

Úrslitið varð tann sonevnda "Septembersemjan", sum gjørdist grundarlagið undir teirri sokallaðu "donsku skipanini" (Den danske model).

September-semjan frá 1899 hevur síðani verið roknað sum sum eitt slag av "grundlóg" fyri danska arbeiðsmarknaðin og hevur eisini havt stóra ávirkan á arbeiðsmarknaðin í Føroyum og í hinum Norðurlondunum.

Tað týdningarmesta, sum varð avtalað í Septembersemjuni, var:

  1. at arbeiðsgevararnir skulu viðurkenna rættin hjá arbeiðarunum at skipa seg í fakfeløg;
  2. at ein føst skipan skal vera fyri samráðingar, og fyri hvussu ósemjur á arbeiðsmarknaðinum skulu verða viðgjørdar. Millum annað skal ein gerðarrættur verða skipaður. Í honum skulu vera umboð fyri báðar partar umframt ein uttanveltaður persónur;
  3. at roynt skal vera at forða fyri verkføllum í síni heild, og serstakliga arbeiðssteðgum, sum stríða ímóti avtalum;
  4. at fakfeløgini viðurkenna rættin hjá arbeiðsgevarunum at leiða og býta arbeiðið.

Her skal gerast vart við, at hóast semjan her er skrivað í punktum, so var teksturin í sjálvari semjuni skrivaður sum ein longri, samanhangandi tekstur.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

" Landsins arbeiðsgevarar hava allir í fleiri ár... kent trýstið av ikki longur at hava neyðugu ávirkanina á leiðsluna av teirra egnu fyritøkum... Tí er hetta stríðið ein rein sjálvverja, tað er eitt stríð fyri rættinum hjá arbeiðsgevarunum at vera til". (Úr frágreiðing hjá danska Arbeiðsgevarafelagnum um orsøkina til arbeiðssteðgin, lýst tann 29. mai 1899).

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Eisini í Føroyum varð fylgt við stríðnum á danska arbeiðsmarknaðinum í 1899. Her er eitt brot úr Dimmalætting tann 16. september 1899, tá semja var fingin í lag. Yvirskriftin er: "Lock-out'ens eller Arbejdesstandsningens Ophør." Sjálvur teksturin byrjar við orðunum: "Endelig er det den 4. denne måned lykkedes at nå til en overenskomst mellem arbejdsgivere og arbejdere..."

Báðir partar vunnu

Tá semjan varð gjørd, lýstu báðir partar avtaluna sum ein siður fyri teirra síðu av sakini. - Og tað vísti seg eisini skjótt at vera rætt. Bæði fakfeløg og arbeiðsgevarar hava, líka síðani semjan varð gjørd, heystað ágóðan av, at viðurskiftini teirra millum vórðu løgd í fastar karmar.

Seinni eru broytingar gjørdar í mun til upprunaligu semjuna, men tær eru ikki størri enn so, at Septembersemjan stendur framvegis sum ein varði í søguni um danska og norðurlendska arbeiðsmarknaðin.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Fekk týdning fyri Føroyar

Tað er eingin ivi um, at danska Septembersemjan hevur havt stóran týdning fyri føroyska arbeiðsmarknaðin, hóast hon ongantíð formliga er lýst at galda í Føroyum. Ein orsøk til hetta er, at Føroyar og Danmark hava í stóran mun havt somu lógir, og eisini hava vit eina danska rættarskipan í Føroyum, sum hevur lagað seg eftir donskum dómum tá dømast skuldi um viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum.

Men harumframt hevur tað sjálvsagt eisini havt týdning fyri ávirkanina bæði á Føroyar og onnur lond, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava verið samdir um, at danska skipanin hevur víst seg at rigga væl. Men ymiskt er, hvørji punkt partarnir halda hava størst týdning. Fyri arbeiðararnar hevur tað størst týdning, at fakfeløgini verða viðurkend, meðan arbeiðsgevararnir síggja størri týdning í sokallaða "leiðslurættinum" (tað vil siga, at arbeiðsgevarin hevur rætt at leiða og skipa arbeiðið á arbeiðsplássinum).

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 978-99918-2-515-1. Upphavsrættur: Nám og høvundurin 2018