Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Um vit hyggja eftir føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum hann er skipaður nú á døgum, so er hann framvegis nógv merktur av Septembersemjuni, hóast meira enn ein øld er liðin, síðani hon gjørdist veruleiki, og hóast semjan ongantíð er formliga sett í gildi fyri Føroyar.

Vit kunnu lýsa hetta soleiðis:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

1. Partarnir virða hvønn annan

Um vit hyggja eftir tí punktinum í Septembersemjuni, sum vit hava kallað nummar eitt, so eru partarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum samdir um, at tað at partarnir skulu virða hvønn annan, hevur stóran týdning fyri samskiftið teirra millum. Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, sigur:

"Arbeiðsgevararnir eru ikki okkara fíggindar – bestemt ikki. Um teir ikki vóru, so vóru heldur eingi arbeiðspláss"

Hann vísir á, at Føroya Arbeiðarafelag sum heild hevur eitt gott samskifti við Føroya Arbeiðsgevarafelag, men sjálvandi eru feløgini ikki samd um alt.

Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag letur eisini væl at samskiftinum, sum er millum feløgini:

"Flestu dagar í árinum síggja vit hvønn annan sum samstarvsfelagar. Tað er bara tá vit skulu samráðast um lønirnar, at vit standa hvør sínu megin borðið. Men báðir partar hava virðing fyri hvørjum øðrum, væl vitandi um, at vit skulu møtast dagin eftir í hurðini, so tað fyrigongur seg í einum góðum anda,"

Septembersemjan slóðaði fyri, at fólk verða ikki burturvíst av einum arbeiðsplássi orsaka av, at tey eru limir í einum fakfelag.

So kunnu vit venda spurninginum og spyrja: Kunnu fólk verða burturvíst av einum arbeiðsplássi orsakað av, at tey ikki eru limir í einum fakfelag? Svarið er, at tað kunnu tey ikki. Evropeiski Mannarættindadómstólurin hevur felt ein dóm, sum grundað á Mannarættindasáttmálan gevur fólki rætt til at nokta at vera limir í einum felag. Evropeiski Mannarættindasáttmálin er settur í gildi fyri Føroyar við lóg, og tað merkir, at hann er galdandi rættur í Føroyum, og tí er tað ólógligt at krevja, at fólk skulu vera limir í einum felag.

Men eitt er, hvat verður kravt, nakað annað er, um tað er skilagott. Formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag sigur soleiðis:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

2. Føst skipan fyri samráðingar og loysnir á trætum

Hóast partarnir á arbeiðsmarknaðinum kunnu vera rúkandi ósamdir um ávís viðurskifti, so er tó breið semja um, at tað hevur stóran týdning fyri eitt samfelag, at greiðar mannagongdir eru fyri, hvussu slíkar trætur skulu verða loystar. Partarnir skulu hava frælsi til at gera vart við sína støðu, men tað skal vera undir ábyrgd. Tí hava vit millum annað eina semingslóg, ein gerðarrætt og onnur amboð, sum skulu hjálpa til við at finna loysnir, og í mest møguligan mun forða fyri verkføllum og líknandi støðum.

Semingslógin ásetur, hvørjar mannagongdir skulu verða fylgdar, um partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki sjálvir megna at gera semjur um nýggjar sáttmálar, og Fasti Gerðarrætturin tekur sær millum annað av ósemjum, sum taka seg upp í einum sáttmálaskeiði (tað vil siga, eftir at sáttmáli er gjørdur).

Her skulu vit hava í huga, at hesi amboð eru ikki bara til fyri at hjálpa pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, men endamálið er í nógv størri mun at hjálpa samfelagnum, sum annars má líða nógv undir arbeiðsósemjum. Tí skuldi ein trúð, at politikarar høvdu stóran áhuga í at fáa hesi viðurskiftini skipað, men søguliga mugu vit tó ásanna, at áhugin fyri arbeiðsmarknaðinum hevur í Føroyum verið sera lítil frá politiskari síðu. Hetta verður nærri greitt frá í brotinum Lítil politiskur áhugi fyri arbeiðsmarknaðinum.

Eitt annað amboð, sum kom á danska arbeiðsmarknaðin við Septembersemjuni, men sum hevði sera langa tíð um at vinna frama í Føroyum, er sokallaða "fráboðanarskyldan". Fráboðanarskylda merkir, at eitt verkfall kann ikki lýsast og byrja beinanvegin. Tað skal boðast frá við ávísari freist.

Fráboðanarskyldan skal gera tað møguligt hjá til dømis fiskavirkjum at arbeiða allan fiskin undan, áðrenn eitt verkfall byrjar. Vit kunnu ímynda okkum, at um eingin fráboðanarskylda er, so tora fiskavirki og onnur ikki at keypa rávøru, meðan lønarsamráðingar eru, tí tey vita ikki, um tey brenna inni við rávøruni. Tey tora tí ikki at keypa fisk, og tí verður einki arbeiði, hvørja ferð møguleiki er fyri verkfalli. Tað kann vera ein vansi fyri bæði arbeiðsgevarar og starvsfólk.

Tá uppskotið um semingsstovn varð lagt fram á løgtingi í 2013, varð skotið upp at lóggeva fyri, at fráboðanarskyldan skuldi vera tríggjar dagar, men løgtingið valdi at strika hesa ásetingina. Tó varð ein onnur áseting viðvíkjandi fráboðanarfreist samtykt. Sambært henni skulu partarnir gera avtalu sínámillum um fráboðanarskylduna. Tískil er fráboðanarskylda ikki beinleiðis lógarásett í Føroyum, men hon verður tó, sambært lógini, skrivað inn í sáttmálarnar.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

3. Friðarskyldan

Triðja punktið í Septembersemjuni snýr seg um at forða fyri verkføllum í síni heild, og serstakliga arbeiðssteðgum, sum stríða ímóti gjørdum avtalum. Hetta verður ofta kallað "friðarskyldan". Friðarskyldan er nógv "útbygd" síðani 1899, og í Føroyum hevur leingi verið kjakast um, hvørt hon er galdandi fyri føroyska arbeiðsmarknaðin ella ikki. Í fleiri dómum er tó staðfest, at brot á friðarskylduna verða revsað.

Í stuttum merkir friðarskyldan, at tað er ikki loyvt at lýsa verkfall, meðan ein sáttmáli er í gildi. Tað er heldur ikki loyvt í sáttmálaskeiðnum at forða fyri, at eitt arbeiði verður gjørt. Tá sáttmálin er undirskrivaður, skal friður valda.

Men nøkur undantøk eru tó – millum annað hesi:

  • Um arbeiðið er broytt soleiðis, at tað ikki longur er fevnt av sáttmálanum;
  • Um lønin ikki er goldin, sum avtalað;
  • Um umstøðurnar á arbeiðsplássinum seta lív ella heilsu hjá arbeiðarunum í vanda.

Eitt heilt serligt undantak eru samhugaverkføll. Um eitt fakfelag er í verkfalli, so hevur eitt annað fakfelag, sum ikki er partur av trætuni, loyvi at lýsa verkfall fyri sínar limir fyri harvið at stuðla felagnum, sum er í verkfalli. Men eisini í tí førinum skulu nakrar treytir haldast:

  • Samhugaverkføll skulu lýsast við eini tíðarfreist;
  • Høvuðsverkfallið, sum samhugi verður vístur við, skal vera lógligt;
  • Feløgini (tað, sum er í verkfalli, og tað, sum vísir samhuga), skulu hava nøkur felags áhugamál. (Til dømis kunnu fiskimenn ikki fara í samhugaverkfall við læknum).
  • Samhugaverkfallið skal eisini kunna gera eina veruliga ávirkan á høvuðsósemjuna, sum verkfallið snýr seg um.
  • Eisini eru nakrar reglur um, hvussu stórt samhugaverkfallið kann vera í mun til høvuðsverkfallið o.s.fr.
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

4. Leiðslurætturin

Tað var ein ógvuliga grundleggjandi meginregla fyri arbeiðsgevararnar at fáa við í September-semjuna, at arbeiðsgevararnir skuldu hava rætt at leiða og skipa arbeiðið.

Vit hava fyrr nevnt, at arbeiðsmegin er ein søluvøra, sum arbeiðsgevarin keypir frá arbeiðarunum. Tí er tað rættiliga grundleggjandi, at tann, sum keypir eina vøru (í hesum førinum arbeiðsmegi), vil sleppa at ráða fyri, hvat hann ella hon brúkar vøruna til. Hinvegin má eitt mark vera fyri, hvussu hesin rætturin verður brúktur, tí vit tosa ikki bara um arbeiðsmegi, men eisini um livandi menniskju, ið skulu hava nøkur sjálvsøgd rættindi.

Við Septembersemjuni fingu arbeiðsgevararnir í Danmark staðfest, at teir høvdu leiðslurættin á arbeiðsplássunum. Men seinni eru nógvar avmarkingar gjørdar í hesum rættinum.

Í Føroyum hava vit ongantíð gjørt nakra avtalu um leiðslurættin, og tí eru vit heldur ikki partur av teimum mongu avtalunum, sum hava avmarkað hann. Vit eru tí í teirri løgnu støðu, at hóast leiðslurætturin ikki er avtalaður her, so hava fleiri dómar staðfest, at hann er galdandi, og harafturat hevur onkur dómur eisini staðfest, at hann er meira galdandi í Føroyum, enn hann er í Danmark, tí vit hava ikki tikið allar avmarkingarnar við, sum eru gjørdar í leiðslurættinum.

Nakrar av avmarkingunum í rættindunum hjá arbeiðsgevarum eru:

  • Ein arbeiðsgevari kann ikki nokta fólki starv, tí tey til dømis eru limir í einum fakfelag.
  • Tá fólk verða søgd úr starvi, skulu sakligar grundgevingar vera fyri tí.
  • Sambært frítíðarlógini avger arbeiðsgevarin ikki einsamallur, nær fólk skulu hava summarfrí.
  • Sambært javnstøðulógini skulu bæði kynini hava sama rætt, tá lýst verður eftir fólki.
  • Vanligi arbeiðsdagurin skal sambært arbeiðarasáttmálanum liggja millum klokkan 7 á morgni og klokkan 18 á kvøldi. Arbeiðsgevarin ger ikki einsamallur av, nær í hesum tíðarskeiðnum, arbeiðstíðin skal vera. Hann skal spyrja fólkið.

Nógvar avmarkingar eru í leiðslurættinum hjá arbeiðsgevarum, og tað er týdningarmikið at undirstrika, at somu avmarkingar eru ikki galdandi allastaðni. Til dømis eru í sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum fleiri skerjingar í leiðslurættinum hjá almennu arbeiðsgevarunum, sum ikki eru galdandi fyri privata arbeiðsmarknaðin. Verður til dømis eitt alment starvsfólk sagt úr starvi, skal eitt "ætlanarskriv" skrivast frammanundan o.s.fr. Soleiðis er ikki í flestu sáttmálunum á privata arbeiðsmarknaðinum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Lítil politiskur áhugi fyri arbeiðsmarknaðinum

Tá hugsað verður um, at amboðini, ið verða nýtt til at skipa arbeiðsmarknaðin, fyrst og fremst skulu tæna samfelagnum, skuldi ein trúð, at politikarar høvdu stóran áhuga í at fáa hesi viðurskiftini skipað, men søguliga mugu vit tó ásanna, at áhugin fyri arbeiðsmarknaðinum hevur í Føroyum verið sera lítil frá politiskari síðu.

Málsøkini, sum hava við arbeiðsmarknaðin at gera, vórðu yvirtikin við heimastýrislógini í 1948, men síðani tá er næstan einki gjørt á hesum lógarøkinum.

Vit hava eina nýggja semingslóg og eisini ein rímiliga nýggjan "fastan gerðarrætt", men tað hevur tikið sera langa tíð at fáa hesi viðurskiftini uppá pláss, og ikki minst at fáa tey dagførd.

Tá Fasti Gerðarrætturin fór at virka í 2006, loysti hann eina gamla skipan av, sum var frá 1919. Tann skipanin hevði tá ikki virkað í nógv ár. Tey árini, meðan gamla skipanin enn virkaði, brúktu føroyingar hana næstan ikki, og seinastu nógvu árini, áðrenn Fasti Gerðarrætturin varð skipaður, var neyðugt at skipa ein nýggjan fyribilsgerðarrætt til hvørt einasta mál, sum skuldi leggjast fyri ein slíkan rætt. Tá talan var um at viðgera onnur mál enn gerðarrættarmál, vórðu tey beind í Føroya rætt. Ein trupulleiki við tí er, at rættarskipanin er ein sera tung skipan, og tí tekur tað langa tíð at fáa mál avgreidd har.

Viðvíkjandi semingslógini var støðan tann sama. Nýggja lógin er frá 2013, og hon kom ístaðin fyri eina lóg, sum er frá 1928. Onkur lítil partur í gomlu lógini er framvegis í gildi, men tað merkisverda er, at gamla lógin er bara tvær ferðir broytt við onkrari heilt lítlari orðing øll árini frá 1928 til 2013. Tað má sigast at vera sera lítið, tá hugsað verður um, hvussu nógv arbeiðsmarknaðurin er broyttur síðani 1928. Meira verður greitt frá um evnið í brotinum Semingslógin er nýggj.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 978-99918-2-515-1. Upphavsrættur: Nám og høvundurin 2018