Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hóast vit vanliga lýsa partarnar á arbeiðsmarknaðinum sum tveir partar – arbeiðarar á aðrari síðuni og arbeiðsgevarar á hinari, so er ikki altíð full semja innanveggja hjá pørtunum, og tað hevur onkuntíð gjørt støðuna á arbeiðsmarknaðinum rættiliga fløkta.

Um vit til dømis hyggja eftir søguligu gongdini í lønarsáttmálunum, so var fyrsti sáttmálin fyri arbeiði á landi undirskrivaður í 1915. Hann var, eins og fleiri sáttmálar sum komu aftaná, merktur av, at ongar yvirskipaðar reglur vóru á arbeiðsmarknaðinum. Sáttmálin segði bara, hvussu nógvar tímar fólk skuldu arbeiða, og hvussu nógv tey skuldu hava í løn. Einki varð sagt um, nær sáttmálin fór úr gildi aftur. Hann kundi altíð sigast upp við stuttari freist.

Arbeiðsgevararnir høvdu tá bara feløg í Havn og á Tvøroyri, so flestu samráðingarnar vóru ímillum lokal fakfeløg og hvønn einstakan arbeiðsgevara. Onkuntíð kundu fleiri arbeiðsgevarar tó samráðast saman, um teir til dømis vóru fleiri í somu bygd.

Í 1925 varð Føroya Arbeiðarafelag stovnað. Tá vóru longu nógv lokal fakfeløg í Føroyum, og eisini var Fiskimannafelagið við í Føroya Arbeiðarafelag. Men Føroya Arbeiðarafelag hevði ikki so leiðandi leiklut tá, sum tað hevur í dag. Tað vóru lokalu feløgini sum hvørt í sínum lagi stóðu fyri lønarsamráðingunum, og hetta hevði millum annað við sær, at lønin var ikki heilt tann sama í øllum bygdum. Ikki fyrr enn í 1960 varð ein felags sáttmáli gjørdur fyri alt landið.

Seinni er tað hent, at fleiri feløg eru farin úr Føroya Arbeiðarafelag, og í sambandi við lønarsamráðingar er tað komið fyri, at okkurt arbeiðarafelag hevur skrivað undir nýggjan sáttmála, meðan onnur ikki hava tikið undir við sama uppskotinum um semju. Hetta hevur skapt mikið rumbul, tí summi øki í landinum hava hildið fram at verið í verkfalli, meðan arbeiðsfólkið í øðrum økjum eru farin til arbeiðis aftur. Tá so til dømis vørubilar úr einum øki sum ikki hevur verið í verkfalli, hava flutt seg inn á eitt verkfalsrakt øki, hevur misnøgdin verið stór. Eitt dømi um tað var í 1987, tá Havnar Arbeiðsmannafelag hevði skrivað undir sáttmála, meðan Føroya Arbeiðarafelag helt fram at vera í verkfalli. Tá tók henda støðan seg upp í Kollfjarðardali:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Tá verkfallið var av og ein loysn funnin á ósemjuni, var hetta skemtiliga filmsbrotið víst í Degi og viku:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Onkuntíð hevur politiski myndugleikin kent seg noyddan at leggja uppí ósemjur sum hesar, við at samtykkja nýggjan sáttmála við lóg.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Úr Sosialinum, 14. januar 1989

Úr Sosialinum, 14. januar 1989

Vanliga verður tað hildið at vera óheppið, at politikarar gera lønarsáttmála við lóg, tí, sum áður sagt, so eru tað partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum eiga at avtala lønina, meðan uppgávan hjá politikarunum heldur eigur at vera at skapa karmarnar, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu virka eftir.

Havandi í huga, at politikarar næstan bara hava lagt seg útí sáttmálasamráðingar, tá okkurt felag hevur tikið undir við einum sáttmála, sum okkurt annað líknandi felag ikki hevur tikið undir við, varð ein roynd gjørd í 2013 at knýta feløgini tættari saman undir samráðingum. Henda royndin varð gjørd í sambandi við, at nýggja semingslógin varð løgd fyri løgtingið. Skotið varð tá upp at fáa tað við í lógina, at partar, sum eru byrjaðir at samráðast saman, ella eru í líknandi sáttmálastøðum, skulu fylgjast allan vegin í samráðingunum. Hetta skuldi eisini fyribyrgja, at stórur munur bleiv á sáttmálunum fyri líknandi arbeiði, men løgtingið tók ikki undir við hesum partinum av uppskotinum, og tí bleiv tað ikki til nakað.

Feløgini hava tí framvegis rætt til frítt at velja, um tey vilja fylgjast allan vegin til "málstrikuna", tá samráðst verður um nýggjan sáttmála, ella um tey vilja fara hvør sína leið, hóast tey byrjaðu samráðingarnar saman.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 978-99918-2-515-1. Upphavsrættur: Nám og høvundurin 2018