Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Lógin um semingsstovn ásetur, hvørjar mannagongdir skulu verða fylgdar, um partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki sjálvir megna at finna semju um ein nýggjan sáttmála. Fremsta endamálið við lógini er ikki at tæna ósamdu pørtunum, men heldur at tæna samfelagnum, sum annars kann missa stór virði orsaka av ósemjuni.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Tá partarnir mugu staðfesta, at teir ikki koma á mál við samráðingunum, verða boð send eftir semingsmanninum.

Semingsmaðurin er ein uttanveltaður persónur, sum er valdur av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum til at royna at finna semjur millum stríðandi partar. Um tveir partar hava verið til samráðingar, men ikki hava funnið semju, kunnu teir senda boð eftir semingsstovninum. Semingsmaðurin hevur heimild at kalla teir aftur til samráðingarborðið. Partarnir hava tá skyldu at fylgja teimum boðunum. Hann kann eisini útseta ein møguligan arbeiðssteðg í upp til eina viku. Harafturat kann semingsmaðurin heita á partarnar um at fara undir aftur samráðingarnar, áðrenn hann ger sína egnu semingsroynd, um hann metir, at tað framvegis er møguleiki fyri, at partarnir sjálvir finna eina semju.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Semingsmaðurin kann, tá hann metir tíðina vera búna, leggja eitt uppskot um seming fyri partarnar. Hesir kunnu so taka avgerð um, hvørt teir taka undir við semingsuppskotinum ella ikki. Semingsuppskotið er loyniligt, til báðir partar hava svarað, hvørja støðu teir hava til uppskotið.

Semingsmaðurin kann leggja fleiri uppskot fyri partarnar, men ofta velur hann at bíða við at leggja nakað uppskot fram, til hann er rímiliga vísur í, at tikið verður undir við tí.

So leingi sum partarnir samráðast, er friðarskylda galdandi. Tað vil siga, at sjálvt um sáttmálin er farin úr gildi, so kann hvørgin parturin lýsa verkfall ella verkbann, so leingi sum samráðingar eru.

Um so er, at royndin hjá semingsmanninum ikki førir til semju, kunnu partarnir seta tiltøk í verk, men hetta kann ikki gerast alt fyri eitt. Semingslógin áleggur nevniliga pørtunum at hava eina avtalu um fráboðanarskyldu við í sáttmálanum. Hetta merkir, at ein ávís tíð (í flestu førum 48 tímar) skal ganga, frá tí at arbeiðssteðgur er fráboðaður, til hann kann setast í verk.

Orsøkin til hesa ásetingina er, at tá samráðingar eru, so vita øll, at tað kann enda við verkfalli, og tí ræður um at vera fyrireikaður til ta støðuna. Um verkføll høvdu kunnað verið lýst uttan at verið fráboðað frammanundan, høvdu til dømis fiskavirki ikki torað at keypt fisk, tá samráðingar vóru, tí um tað endaði við verkfalli, so var eingin at arbeiða fiskin. Av somu orsøk høvdu skipini heldur ikki torað út at fiska. Vit kunnu siga, at samráðingar høvdu fingið somu ávirkan sum verkføll. Tað vildi verið ein óheppin støða fyri allar partar, og hesum skal fráboðanarskyldan forða fyri.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Semingslógin er nýggj

Løgtingslógin um seming, sum skipar hesi viðurskiftini, er rættiliga nýggj. Hon kom í gildi í mai 2013, og hon er fyrsta lógin av sínum slag, sum løgtingið hevur samtykt.

Tað heilt serliga við føroyska arbeiðsmarknaðinum er, at føroyingar yvirtóku ikki umsitingina av honum fyrr enn í 1948, tá heimastýrislógin varð sett í gildi. Hetta merkir, at alt økið varð stýrt við donskum lógum, og hóast hesar í ávísan mun vóru lagaðar til føroysk viðurskifti, so vóru tær flestu fyrst og fremst ætlaðar til danska arbeiðsmarknaðin. Onkur einstøk donsk lóg var tó gjørd burturav til føroyska arbeiðsmarknaðin.

Núverandi lóg um semingsstovn frá 2013 kom ístaðin fyri eina lóg sum hevði virkað líka síðani 1928. Gamla lógin var bara tvær ferðir broytt øll árini frá 1928 til 2013.

Tað er løgið at hugsa sær, at vit ikki fingu eina føroyska lóg fyrr enn 65 ár eftir, at føroyingar høvdu yvirtikið umsitingina av arbeiðsmarknaðinum, serliga tá hugsað verður um, hvussu ótíðarhóskandi gamla lógin var vorðin.

Gamla lógin var bara galdandi fyri partar av arbeiðsmarknaðinum. Almenni arbeiðsmarknaðurin var als ikki umfataður av lógini, og tað var heldur ikki neyðugt, tá hon varð sett í gildi í 1928, tí Føroyar høvdu ongan almennan arbeiðsmarknað tá. Lógin var heldur ikki broytt, tá heimastýrislógin varð sett í gildi í 1948, og Føroyar fingu ein almennan arbeiðsmarknað. So tá almenn semingsfólk vóru tilnevnd eftir gomlu lógini, so var tað bara fyri at virka á privata arbeiðsmarknaðinum. Almenni arbeiðsmarknaðurin mátti sjálvur tilnevna síni egnu semingsfólk, sum vórðu útnevnd í sambandi við hvørja einstaka ósemju.

Í nýggju lógini um semingsstovnin stendur, at stovnurin skal arbeiða fyri at finna semjur á øllum arbeiðsmarknaðinum. Eitt semingsfólk og eitt varasemingsfólk verða vald fyri trý ár í senn, og hesi skulu vera óheft av áhugamálum hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.

Eitt serligt, sum hendi, tá semingslógin varð sett í gildi, var, at Fasti Gerðarrætturin gjørdist ein partur av semingslógini. Tá lógin um Fasta Gerðarrættin varð sett í gildi í 2006, kundu partarnir á arbeiðsmarknaðinum velja frítt, um teir vildu vera við í teirri skipanini ella ikki. Men í semingslógini varð ásett, at um partarnir ikki høvdu funnið eina aðra skipan fyri gerðarrættarmál, so høvdu teir skyldu at viðurkenna Fasta gerðarrættin. Flestu feløgini høvdu tá longu valt at viðurkenna Fasta Gerðarrættin, men nú er hetta ikki ein sjálvboðin skipan longur.

Her kanst tú lesa semingslógina

Mannagongdir í sáttmálasamráðingum (KVF, ljóðbrot)

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Soleiðis verða semingsfólkini vald

Fyri at tryggja at semingsfólkini eru óheft, og ikki halda við øðrum partinum í eini ósemju, verður stórur dentur lagdur á, at partarnir skulu vera samdir um, hvør verður valdur til semingsfólk og hvør verður valdur til varasemingsfólk. Tí stendur í lógini, at hesi skulu verða vald soleiðis:

Feløgini á arbeiðsmarknaðinum, sum eru umleið 50 í tali, verða bólkað í 6 bólkar (3 á "arbeiðsgevarasíðuni" og 3 á "arbeiðarasíðuni"):

  • Løntakarafeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum
  • Manningarfeløgini
  • Løntakarafeløgini fyri starvsfólk og tílíkar fakbólkar
  • Arbeiðsgevarafeløgini
  • Reiðarafeløgini
  • Almennu arbeiðsgevararnir

Hvør av hesum bólkunum velur tríggjar limir í ein setanarbólk, so at bólkurin hevur tilsamans 18 limir. Hesir 18 limirnir velja semings- og varasemingsfólkið.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Feløgini, ið velja semings- og varasemingsfólkið, skipað í teimum seks bólkunum:

Løntakarafeløgini fyri verkafólk og tílíkar fakbólkar (løntakarar á privata arbeiðsmarknaðinum)

Finansforbundet

Flogskiparafelag Føroya

Føroya Arbeiðarafelag

Føroya Handverkarafelag

Føroya Yrkisfelag

Føroysk Miðlafólk

Havnar Arbeiðskvinnufelag

Havnar Arbeiðarafelag

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Landsfelag Handverkaranna

S & K Felagið

Yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar-, fíggjar-, KT o.l. fyritøkum

-

Manningarfeløgini

Fiskimannafelagið

Maskinmeistarafelagið

Føroya Skipara- og Navigatørfelag

-

Løntakarafeløgini fyri starvsfólk og tílíkar fakbólkar

Almanna- og Heilsurøktarafelag Føroya

Arkitektafelag Føroya

Bioanalytikarafelagið

Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya

Dansk Farmaceutforening

Ergoterapeutfelagið

Fakfelag Sjómansskúlalærara í Føroyum

Farmakonomforeningen

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Felagið Maskinmeistaralærarar

Foreningen af yngre læger/Hjálparlæknaráð Føroya

Føroya Byggifrøðingafelag

Føroya Lærarafelag

Føroya Musikklærarafelag

Føroya Pedagogfelag

Føroya Psykiatrifelag

Føroya Tekniska Lærarafelag

Føroya Verkfrøðingafelag

Føroyskir Fysioterapeutar

Heilsuhjálparafelag Føroya

Ljósmøðrafelag Føroya

Magistarafelagið

Økonomafelag Føroya

Starvsmannafelagið

Yrkisfelagið Miðnám

-

Arbeiðsgevarafeløgini

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroya Handverksmeistarafelag

Føroya Prentsmiðjufelag

-

Reiðarafeløgini

Føroya Reiðarafelag

Reiðarafelagið fyri Farmaskip

-

Almennu arbeiðsgevararnir

Fíggjarmálaráðið

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 978-99918-2-515-1. Upphavsrættur: Nám og høvundurin 2018