Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hóast partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru vorðnir samdir og hava undirskrivað ein sáttmála, so kann tað kortini koma fyri, at teir mitt í sáttmálaskeiðinum verða ósamdir um, hvussu okkurt í sáttmálanum skal skiljast.

Tað kann eisini henda, at ein sáttmáli verður brotin. Talan kann til dømis vera um eitt starvsfólk, sum ikki fær ta lønina, sum sáttmálin ásetur, ella onkur verður uppsagdur í stríð við sáttmálan. Eisini kann tað koma fyri, at ein ólógligur arbeiðssteðgur verður settur í verk.

Øll hesi tingini kunnu hava stórar avleiðingar fyri samfelagið og fyri einstaklingin. Tí stovnaðu partarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum í 2006 ein fastan gerðarrætt, sum skjótt og væl skal kunna loysa ósemjur og ivamál á arbeiðsmarknaðinum, tá partarnir ikki sjálvir finna semju.

Hetta slagið av rætti hevur í langa tíð verið vanligur í øðrum londum, men í Føroyum høvdu vit í nógv ár ongan tílíkan rætt, hóast vit longri afturi í tíðini hava havt okkurt slag av gerðarrætti. So tá ósemjur stungu seg upp um tulkingar av sáttmálum, máttu partarnir í hvørjum einstøkum føri skipa ein gerðarrætt, sum skuldi loysa hetta eina málið.Um talan var um eitt beinleiðis brot á ein sáttmála, mátti málið leggjast fyri vanliga dómstólin, tí eingin stovnur ella skipan var, sum kundi taka sær av spurningum av tí slagnum.

Ein trupulleiki við vanligu dómstólunum er, at teir brúka sera langa tíð um at viðgera mál, og harafturat hava teir avmarkaðan fakligan kunnleika um viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum.

Fasti Gerðarrætturin er harafturímóti skipaður soleiðis, at hann skal kunna arbeiða skjótt, og fyri at tryggja kunnleikan um viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum er gerðarrætturin mannaður við formanni og næstformanni, sum skulu vera lógkønir, meðan hinir limirnir skulu vera arbeiðsmarknaðarkønir.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Soleiðis verður Fasti Gerðarrætturin mannaður

Tey, sum manna sessirnar í Fasta Gerðarrættinum, kunnu býtast í tveir bólkar. Annar bólkurin er ein nevnd við sjey limum, sum stýrir Gerðarrættinum, og hin bólkurin er sjálvur Gerðarrætturin, sum tekur støðu til gerðarrættarmálini.

Nevndin velur formannin og næstformannin fyri Gerðarrættin, og hevur harumframt heimild at gera nærri starvsreglur, samskifta við politiska myndugleikan og skal syrgja fyri, at skipanin verður javnan eftirmett og at sáttmálin, sum gerðarrætturin virkar eftir, verður endurnýggjaður.

Feløgini á arbeiðsmarknaðinum velja seks limir í nevndina ("arbeiðsgevarasíðan" velur tríggjar og "løntakarasíðan" tríggjar). Hesir seks limirnir velja saman tann sjeynda limin, sum verður formaður í nevndini.

At døma í gerðarrættarmálum verða valdir átta rættarlimir, (sum ikki sita í nevndini). Arbeiðsgevarasíðan velur tríggjar limir, løntakarasíðan tríggjar og nevndin fyri gerðarrættin velur formannin og næstformannin, (sum skulu vera tveir lógkønir persónar).

Rættarlimirnir skulu sjálvir hava royndir á arbeiðsmarknaðinum, og tí er umráðandi, at feløgini á arbeiðsmarknaðinum velja kønar rættarlimir at sita í Fasta Gerðarrættinum.

Hóast tað eru feløgini, sum velja rættarlimirnar, so er teirra uppgáva ikki at umboða sjónarmiðini hjá felagnum, sum hevur valt teir. Tað er ikki so, at ein rættarlimur, sum er valdur av "arbeiðsgevarasíðuni", skal royna at geva arbeiðsgevarunum viðhald í øllum málum, sum verða løgd fyri gerðarrættin. Teirra uppgáva er harafturímóti at virka sum óheftir rættarlimir.

Hesi eru nevndarlimir og gerðarrættarlimir.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Serføroysk skipan

Hóast føroyski gerðarrætturin í nógvar mátar minnir um gerðarrættir í øðrum londum, so bleiv okkara Fasti Gerðarrættur gjørdur eftir eini serligari skipan, sum var "skraddaraseymað" til føroysk viðurskifti.

Okkara skipan varð gjørd so víð, at hon eisini kundi bjóða seg fram sum rættarskipan í øðrum málum um til dømis tulkingar av sáttmálum. Harvið kundi tann føroyska skipanin sameina fleiri starvsøki, enn vanligt er í okkara grannalondum.

Okkara Fasti Gerðarrættur er ikki ein almennur stovnur, sum verður neyvt stýrdur eftir eini løgtingslóg. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru harafturímóti vorðnir samdir um ein sáttmála, sum gerðarrætturin er skipaður eftir, og fyrstu tíðina valdu feløgini sjálvi, um tey vildu skriva undir sáttmálan og harvið vera partur av hesi skipanini ella ikki. Flestu feløgini valdu at vera við í skipanini.

Men tá semingslógin varð sett í gildi í 2013, varð ásett í henni, at um partarnir ikki funnu eina aðra skipan fyri gerðarrættarmál, so høvdu teir skyldu at viðurkenna Fasta Gerðarrættin. Hetta hevði við sær, at øll feløgini vórðu umfatað av Fasta Gerðarrættinum, og sostatt er Fasti Gerðarrætturin ikki longur ein sjálvboðin skipan.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Fleiri sløg av málum

Fasti Gerðarrætturin er ein stovnur, sum bæði tekur støðu til tey serligu arbeiðsmarknaðarmálini, sum hann er ætlaður til, men hann kann, sum nevnt, eisini bjóða seg fram at vera gerðarrættur í øðrum málum. Fasti Gerðarrætturin skal harafturat savna viðkomandi tilfar um føroyskan arbeiðsmarknaðarrætt og kunna um tað tilfarið.

Málini, ið Fasti Gerðarrætturin viðger, kunnu býtast í tveir høvuðspartar:

▪ Arbeiðsmarknaðarmál

▪ Gerðarrættarmál

Arbeiðsmarknaðarmálini eru tey, sum fyrr vórðu latin til dómstólarnar at taka støðu til. Talan kann vera um spurningin, um partarnir hava eina høvuðsavtalu ella ein sáttmála sínámillum, og um onkur av pørtunum hevur brotið eina slíka høvuðsavtalu ella sáttmála. Eisini er tað eitt arbeiðsmarknaðarmál, tá annar parturin hevur ætlanir um, ella hevur sett í verk okkurt tiltak, sum er ólógligt.

Dømi um høvuðsavtalu

Gerðarrættarmálini eru tey málini, har Fasti Gerðarrætturin skal taka støðu til, hvussu ein høvuðsavtala ella sáttmáli skal tulkast, og eisini verður hugt eftir siðvenjum, og hvussu tær skulu tulkast.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Mannagongdir í Fasta Gerðarrættinum

Um tvey feløg á arbeiðsmarknaðinum eru ósamd um til dømis eina tulking í einum sáttmála, so kann málið leggjast fyri Fasta Gerðarrættin. Tað verður gjørt við at lata inn eitt sokallað kærurit.

Rættarformaðurin skipar síðan fyri at boða mótpartinum frá og at velja út, hvørjir rættarlimir skulu viðgera málið. Tað eru nevniliga ikki allir rættarlimirnir við í øllum málum. Hvussu nógvir rættarlimir verða úttiknir til hvørt einstakt mál, veldst millum annað um, hvat partarnir sjálvir vilja, og hvat rættarformaðurin heldur. Rættarlimirnir skiftast um at vera við í viðgerðunum, og vanliga verða ein ella tveir frá ávikavist arbeiðstakara- og arbeiðsgevarasíðuni úttiknir. Báðir partar í málinum skulu vera líka væl umboðaðir í úttøkuni. Annar av lógkønu rættarlimunum, (tað vil siga formaðurin ella næstformaðurin í Fasta Gerðarrættinum), er altíð við í viðgerðini og virkar sum formaður í tí einstaka málinum.

Rættarformaðurin skal ansa eftir, at eingin av úttiknu limunum er greitt ógegnigur, (tað vil siga, at limirnir skulu ikki hava persónlig áhugamál í málinum, sum skal viðgerast). Í summum sera prinsipiellum málum verða allir rættarlimirnir úttiknir. Í tí førinum verður eingin roknaður fyri at vera ógegnigur.

Eftir at kæruritið er sent til mótpartin, fær mótparturin høvi at lata inn eitt svarrit, har hann lýsir málið frá sínari síðu. Síðani metir formaðurin í málinum, hvussu málið skal fyrireikast. Har eru fleiri møguleikar: Hann kann royna at fáa partarnar at gera semju, ella eftir fyrireikandi fund at lata partarnar samstundis lata inn hvør sítt málsrit afturat. Til ber eisini at fáa til vega metingar, prógv og vitni og at enda leggja málið fram fyri gerðarrættin á einum fundi, har niðurstøða verður gjørd. Hesin fundurin kann vera almennur.

Um málið snýr seg um brot á eina heimild, skal málið viðgerast skjótt og úrskurður (t.e. avgerð) gerast innan 72 tímar. Tá ber til at gera ein fyribilsúrskurð.

Snýr málið seg um onnur arbeiðsmarknaðarmál ella gerðarrættarmál (t.d. tulking), kann longri tíð ganga. Tó verður altíð miðað ímóti skjótari málsviðgerð.

Úrskurðirnir hjá Fasta Gerðarrættinum skulu skrivast soleiðis, at teir kunnu vera vegleiðandi fyri framtíðina, og teir skulu eisini vera greiðir at lesa. Á heimasíðuni hjá Fasta Gerðarrættinum ber til at lesa úrskurðirnar.

Fasti Gerðarrætturin heldur seg annars til reglurnar í rættargangslógini, sum tillagaðar verða brúktar í gerðarrættinum. Úrskurðir hjá Fasta Gerðarrættinum skulu virðast og útinnast eins og dómar.

Endaligir úrskurðir hjá Fasta Gerðarrættinum kunnu ikki kærast til annan myndugleika. Í heilt serligum førum kann Fasti Gerðarrætturin tó innan fýra vikur frá endaliga úrskurði sínum taka mál uppaftur, um annar ella báðir partarnir kunnu vísa á prinsipiellar spurningar í úrskurðinum, sum Fasti Gerðarrætturin eigur at viðgera nærri. Tá skulu allir gerðarrættarlimirnir vera við í viðgerðini.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Arbeiðsmarknaðurin ger sínar egnu lógir

Vit kunnu út frá hesum siga, at arbeiðsmarknaðurin á ein hátt ger sínar egnu lógir. Fasti Gerðarrætturin dømir ikki bara eftir lógum, sum løgtingið hevur samtykt, men hann tekur eisini støðu til, hvør rættarstøða er galdandi millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Hetta merkir, at tað í stóran mun eru sáttmálar, avtalur og siðvenjur hjá pørtunum sjálvum, sum eru reglugrundarlagið, sum Fasti Gerðarrætturin dømir eftir.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Dømi um eitt mál, sum varð kært til Fasta Gerðarrættin

Í juni 2014 sendi Føroya Skipara- og Navigatørfelag eina kæru til Fasta Gerðarrættin viðvíkjandi Reiðarafelagnum fyri Farmaskip. Feløgini høvdu ein sáttmála, sum gav reiðaríunum rætt til at krevja, at skiparar og stýrimenn skuldu á ymisk skeið. Kostnaðin fyri skeið, ferðing og uppihald skuldu reiðaríini rinda. Partarnir vóru eisini samdir um, at um eitt reiðarí hevði rindað fyri eitt skeið, sum ein skipari ella stýrimaður hevði verið á, og hesin stutta tíð seinni fór úr starvi, so skuldi reiðaríið hava pengarnar aftur. Men hvussu leingi skuldi ein skipari ella stýrimaður vera í starvi eftir at hava verið á skeiði fyri at sleppa undan at rinda til reiðaríið? Í sáttmálanum stóð soleiðis:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Fyri skeiðsútreiðslur yvir 25.000 kr., hildnar fyrstu tvey árini, verður afturgjaldsskipan gjørd um fólk sigur seg úr starvi ella verður burturvíst, tó í mesta lagi ein mánaðarløn. Skeiðútreiðslur eru kostnaðurin fyri skeiðini, ferðing og uppihald.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Gamli sáttmálin.

Føroya Skipara- og Navigatørfelag skilti hesi orðini soleiðis, at reiðaríið kundi bara krevja endurgjald, um sjómaðurin segði upp ella varð uppsagdur, áðrenn hann hevði verið í starvi í tvey ár. Tað vil siga, at hetta var ikki galdandi fyri persónar, sum høvdu verið longri enn tvey ár í starvi. Reiðarafelagið fyri Farmaskip skilti harafturímóti sáttmálan soleiðis, at kravið um endurgjald var eisini galdandi, aftaná at skiparin ella stýrimaðurin hevði verið tvey ár í starvi.

Málið endaði í Fasta Gerðarrættinum, men áðrenn rætturin hevði gjørt nakra niðurstøðu, funnu partarnir eina semju. Teir gjørdu eina nýggja orðing í sáttmálanum, og málið varð tí tikið aftur.

Nýggja orðingin var soljóðandi:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Fyri skeiðsútreiðslur yvir kr. 25.000, hildnar fyrstu 2 árini eftir fyrsta starvssetanardag sum navigatørur hjá reiðaranum, hevur reiðarin rætt at krevja hesar skeiðsútreiðslur aftur frá navigatørinum, um hann sigur seg úr starvi ella av lógligari grund verður burturvístur innan fyri 4 fyrstu setanarárini.

Afturgjaldskravið verður niðurskrivað soleiðis í mun til starvssetanartíðina:

  • til og við 3. setanarárið sum navigatørur kunnu verða kravd 100%
  • 4. setanarárið sum navigatørur, kunnu verða kravd 75%

Eftir 4. setanarárið sum navigatørur, kann einki verða kravt aftur.

Afturgjaldingin skal tó í mesta lagi svara til eina mánaðarløn íalt. Mánaðarlønin er lønin, sum navigatørurin verður løntur við, tá hann sigur seg úr starvi ella verður burturvístur.

Reiðarin hevur skyldu til skrivliga at kunna navigatørin um omanfyri nevndu afturgjaldingarreglur. Skeiðsútreiðslurnar eru kostnaðurin fyri skeiðini, ferðing og uppihald.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Nýggi sáttmálin

Hetta dømið vísir, at spurningar ofta stinga seg upp mitt í sáttmálaskeiðnum, sum partarnir ikki hugsaðu um, tá sáttmálin varð skrivaður, og tí eru orðingarnar ov óneyvar.

Um partarnir ikki høvdu gjørt semju í hesum málinum, so hevði Fasti Gerðarrætturin gjørt eina niðurstøðu um, hvussu sáttmálin skuldi tulkast.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Søgan um Fasta Gerðarrættin

Tankin um at hava ein gerðarrætt er rættiliga gamal. Hann var partur av donsku Septembersemjuni frá 1899, og ein lóg, sum í 1919 gav danska gerðarrættinum heimild at virka í Danmark, varð eisini sett í gildi fyri Føroyar, men føroyingar brúktu næstan ikki henda møguleikan.

Í einum føri varð hesin gerðarrætturin brúktur í Føroyum. Tað var undir kenda verkfallinum hjá fiskimonnum í 1954. Reiðararnir løgdu tá sak ímóti fiskimonnunum, men Føroya Rættur vildi ikki viðgera málið og vísti ístaðin til gerðarrættin. Har vunnu reiðararnir.

Eftir tað málið var mótstøðan hjá fakfeløgunum sera stór ímóti stovninum, og ikki fyrr enn í 2006 fingu Føroyar sín egna Fasta Gerðarrætt.

Í langa tíð vóru Føroyar í teirri løgnu støðu, at Danmark hevði fingið eina nýggja lóg um "arbejdsretten" ístaðin fyri gomlu lógina, men føroyingar vildu ikki hava nýggju lógina setta í gildi í Føroyum. Gamla lógin varð tí framvegis galdandi her, og tá eitt mál (sokallaða "merkjamálið") einaferð í 80-árunum varð beint í gerðarrættin, vísti tað seg, at hesin rætturin var ikki til longur, hóast lógin um hann framvegis var í gildi. Hægstirættur mátti tí seta galdandi lóg til viks við teirri grundgeving, at lógin var ónýtilig.

Í tíðini eftir hetta var vanligt, at gerðarrættarmál vórðu beind í ymiskar gerðarrættir, sum vórðu skipaðir til tað einstaka høvið. Tað vil siga, at partarnir vórðu samdir um at stovna ein gerðarrætt, sum bara skuldi loysa hetta eina málið, og eftir tað skuldi gerðarrætturin takast av aftur.

Men nú byrjaðu vanligu dómstólarnir at verða meira brúktir í málum um arbeiðsósemjur. Mál um brot á sáttmálar vórðu løgd fyri dómstólarnar, tí eingin annar serligur stovnur ella skipan var, sum tók støðu til tílíkar spurningar. Ein vansi við hesum var, at viðgerðartíðin við vanligu dómstólarnar gjørdist rættiliga long. Harumframt høvdu teir avmarkaðan fakligan kunnleika um arbeiðsmarknaðarviðurskifti, sum í stóran mun vórðu stýrd av sáttmálum og siðvenjum heldur enn lógum.

Støðan var ikki nøktandi, men partarnir vóru rættiliga langt frá nakrari semju um at finna eina loysn. Okkurt uppskot kom í løgtingið um at skipa ein sonevndan "arbeiðsrætt", men fakfeløgini vildu als ikki hoyra talan um ta loysnina.

Í eini grein í blaðnum 14. september (tann 3. februar 1990) segði Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, at arbeiðsrætturin fór at verða eitt politiskt vápn, sum fór at verða brúkt til at múlabinda verkamannafjøldina. Hon segði, at politikararnir ætlaðu at seta ymisk tiltøk í verk, sum fóru at gera umstøðurnar verri hjá arbeiðandi fólkinum og fyri at fáa hetta gjørt, høvdu teir brúk fyri einum amboði, sum kundi stýra fakfeløgunum, soleiðis at tey ikki fingu strítt ímóti. "Júst hetta er endamálið við arbeiðsrættinum," segði hon.

Eisini segði Ingeborg Vinther: "Við arbeiðsrættinum er málið fullgjørt: Alt sum eitur fakfelagsrørsla er liðugt."

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Greinin um málið í 14. september, 3. februar 1990

Greinin um málið í 14. september, 3. februar 1990

Men okkurt bendir á, at tað var ikki sjálvum amboðnum, ið fakfeløgini vóru ímóti, men heldur mátanum, sum ætlanin var at tilevna hetta amboðið. Tað eydnaðist nevniliga pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at finna semju um eina skipan við gerðarrætti, sum flestallir partar kundu taka undir við.

Sáttmálin um Fasta Gerðarrættin var eitt gjøgnumbrot í søguni hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum. Við honum fingu vit ein myndugleika, har trætur á arbeiðsmarknaðinum kundu verða viðgjørdar og greiddar av einum rætti, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir høvdu valt. Eisini sluppu vit undan, at arbeiðsmarknaðarmál vórðu løgd fyri vanliga dómstólin.

Vit kunnu so spyrja, hvør er munurin á einum arbeiðsrætti, sum fakfeløgini ikki vildu hoyra talan um, og Fasta Gerðarrættinum? Har eru (ella rættari sagt vóru) tveir høvuðsmunir. Annar var, at Fasti Gerðarrætturin kann ikki áleggja nakra revsing. Hann kann bara staðfesta, hvat er rætt og hvat er skeivt, og royna at finna semju millum partarnar, men eingin verður revsaður av gerðarrættinum fyri til dømis at hava framt eitt lógarbrot. Hin munurin var upprunaliga, at Fasti Gerðarrætturin kundi bara døma millum partar, sum sjálvbodnir høvdu tikið undir við at vera partur av gerðarrættinum. Hetta er tó seinni broytt við semingslógini.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 978-99918-2-515-1. Upphavsrættur: Nám og høvundurin 2018