Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Arbeiðsloysisskipanin hevur til endamáls

  • at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys,
  • at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði
  • og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin.
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Soleiðis ljóðar fyrsta greinin í lógini um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (betur kend sum ALS-lógin).

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

At gerast arbeiðsleysur er ein sosial hending, sum hevur stóra ávirkan á tann, ið tað rakar. Hóast tað kann vera bæði tungt og keðiligt at skula upp um morgunin fyri at møta á einum arbeiðsplássi, og hóast ein feria í nakrar vikur kann koma væl við, so hevur arbeiðsloysi ógvuliga ringar avleiðingar fyri fólk – bæði fíggjarliga og persónliga. Tey, ið eru arbeiðsleys í langa tíð, missa ofta mótið og orkuna, samdøgursrútman fer út av lagi, og endin kann vera, at tey als ikki hava hug at fara aftur til arbeiðis. Telda og sjónvarp fylla ofta meira og meira hjá tí arbeiðsleysa, og tað er trupult at koma úr aftur hesi óndu ringrásini.

Eisini fyri samfelagið hevur arbeiðsloysi ringa ávirkan. Tá mált verður, hvussu búskapurin í einum landi hevur tað, er arbeiðsloysi eitt tað fyrsta, ið hugt verður eftir. Eitt stórt arbeiðsloysi er tekin um, at samfelagið er í eini ringari støðu.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Tá kreppan rakti

Tá føroyska samfelagið fyrst í 90-árunum varð rakt av eini búskaparkreppu, hevði einki arbeiðsloysi verið í landinum í nógv ár. Samfelagið var tí illa fyrireikað til hesa nýggju støðuna. Ein skipan varð tí fingin at virka í 1992, sum skuldi lofta teimum, ið longu vóru ella møguliga fóru at verða rakt av arbeiðsloysi. Men hetta var ein stór avbjóðing, tí arbeiðsloysið var longu vorðið stórt, tá fyrstu krónurnar komu í kassan hjá nýstovnaðu Arbeiðsloysisskipanini (ALS). Í fyrsta útgjaldinum fingu 1.248 fólk pengar úr ALS, og ein mánað seinni vóru 3.000 fólk í skipanini.

Sum støðan var, varð í fyrstu syftu ikki hugsað so nógv um at gera nakað við sosialu avleiðingarnar av, at fólk gjørdust arbeiðsleys, men dentur var lagdur á at lívbjarga teimum, sum vóru fíggjarliga illa fyri, og eisini varð nógv arbeitt við spurninginum, hvussu arbeiðsloysisskipanin kundi fáast at hanga saman fíggjarliga.

Í 1993 vórðu 280 mió. krónur goldnar í arbeiðsloysisstuðli. Tað var nógv meira enn tað, sum ALS fekk inn frá teimum. sum høvdu arbeiði. Landskassin mátti tí hjálpa ALS, og eisini vórðu pengar fingnir til vega úr frítíðargrunninum, og ALS tók eisini 75 mió. krónur í láni. 1994 og 1995 vóru eisini tvey fíggjarliga tung ár hjá ALS.

Árið 1996 var fyrsta árið, ALS ikki hevði brúk fyri at fáa stuðul uttanífrá og harvið kundi sigast at vera sjálvfíggjað. Tá var tað ringasta av kreppuni avhæsað. Í 1997 kláraði ALS at rinda 40 mió. krónur av skuldini aftur.

Men síðani tá hevur onkuntíð aftur gingið skeiva vegin. Í desember 2010 fór størsta vinnufyritøkan í landinum, Faroe Seafood, á húsagang, og tá vaks útgjaldið aftur so nógv, at neyðugt var at hækka inngjaldið og lækka útgjaldið, fyri at ALS skuldi kunna klára sínar skyldur.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Soleiðis virkar ALS

Sambært ALS-lógini skulu øll, sum fáa løn og eisini arbeiðsgevarar, sum rinda løn, gjalda 1,25 prosent av lønini til ALS. Tað vil siga, at um tú arbeiðir á einum virki og fært 100.000 krónur í løn í eitt ár, so skal ALS hava 1.250 krónur frá tær, og harafturat skal virkið, sum rindar tær lønina, eisini rinda 1.250 krónur til ALS. ALS fær sostatt 2.500 krónur tilsamans, hvørja ferð tú tjenar 100.000 krónur.

Um tú missir arbeiði, so hevur tú rætt at fáa arbeiðsloysisstuðul frá ALS. Hugt verður eftir, hvussu nógv tú hevur tjent seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn tú misti arbeiðið, og so kanst tú fáa 75 prosent av tí upphæddini í stuðli. Tað vil siga, at um tú hevði 100.000 krónur í inntøku farnu 12 mánaðirnar, so fært tú 75.000 krónur útgoldnar tað næsta árið, um tú einki arbeiði hevur.

Út frá tí kundu vit hildið, at ein persónur, sum fær eina millión í løn í eitt ár og so missir arbeiðið, skuldi fingið 750.000 krónur frá ALS tað næsta árið – tað svarar til 62.500 krónur um mánaðin. Men tað hevur ALS ikki ráð til. Tí er eitt "loft" sett, so at eingin kann fáa meira enn 17.500 krónur um mánaðin, sama hvussu stór inntøkan var undanfarnu 12 mánaðirnar. Eisini á inngjaldssíðuni er eitt loft. Tey, sum hava meira enn 650.000 krónur í inntøku um árið, rinda ikki ALS-gjald av tí partinum, sum er omanfyri 650.000 krónur.

Um tú einki arbeiði hevur í tvey ár, so er tað ikki soleiðis, at tú tað seinna árið bara fært 75 prosent av tí, sum tú fekst frá ALS tað fyrra árið. Har sigur lógin, at so leingi sum tú ert í ALS, broytist gjaldið ikki. Tað merkir, at tú fært alla tíðina 75 prosent av inntøkuni, sum tú hevði, áðrenn tú misti arbeiðið.

Um tú fært arbeiði aftur í eitt styttri tíðarskeið og so aftur missir arbeiðið, kann útgjaldið broytast, men um tað er styttri enn eitt ár, síðani tú seinast vart í skipanini, varðveitir tú tað gamla útrokningargrundarlagið, um tað er hægri enn tað nýggja útrokningargrundarlagið.

Fyri hvørji 4 ár, sum ganga, kann ein arbeiðsleysur í mesta lagi fáa arbeiðsloysisstuðul í 648 dagar, (sum svarar til 2½ arbeiðsár). Eftir hetta steðgar útgjaldið, og hann ella hon hevur ongan rætt til arbeiðsloysisstuðul teir næstu 24 mánaðirnar. Men tá 24 mánaðir eru farnir, ber til at koma inn aftur í skipanina - eftir somu treytum, sum tá søkt varð um stuðul fyrstu ferð.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

ALS er ein trygging

ALS er ikki ein almannastova, ið við almennum pengum skal veita varandi hjálp til teirra, ið einki hava at liva av. ALS er harafturímóti ein trygging, har løntakarar og løngjaldarar sjálvir rinda inn fyri at tryggja arbeiðandi fólkið móti arbeiðsloysi.

Um onkur er arbeiðsleysur so leingi, at viðkomandi ikki hevur rætt til at fáa stuðul frá ALS meira, ber til at venda sær til Almannaverkið og haðani fáa pengar eftir forsorgarlógini. Tá er talan um almennar pengar. Tað sama kunnu tey gera, sum júst eru liðug við eina útbúgving og einki arbeiði fáa. Tey hava ikki rætt til stuðul frá ALS, tí tey hava ikki verið á arbeiðsmarknaðinum.

Tað er eisini ein treyt fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul, at tann arbeiðsleysi er "tøkur á arbeiðsmarknaðinum". Tað merkir, at tann arbeiðsleysi skal alla tíðina vera klárur at fara til arbeiðis aftur, so skjótt sum nakað arbeiði er at fáa.

Men hvat nú um ein arbeiðsleysur á Viðareiði fær boðið eitt arbeiði í Sumba. Hevur viðkomandi so skyldu at møta á arbeiðsplássinum, sum liggur so langt heimanífrá? Í prinsippinum hevur viðkomandi skyldu at møta, men ALS roynir tó fyrst og fremst at senda boð eftir arbeiðsfólki í nærumhvørvinum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Fiskavirkisskipanin

Umframt at veita stuðul til teirra, ið eru arbeiðsleys, hevur ALS eisini eina serliga skipan fyri tey, sum arbeiða á fiskavirkjum, har arbeiðið kann vera óstøðugt. Um einki arbeiði er á einum fiskavirki í nakrar dagar, kunnu starvsfólkini fáa stuðul frá ALS teir dagarnar, tey eru heima. Tey kunnu tó í mesta lagi fáa stuðul fyri 32 tímar um vikuna. Tað er eisini ein treyt hjá teimum, sum fáa henda stuðulin, at tey skulu vera tøk á arbeiðsmarknaðinum. Tað vil siga, at um tey fáa okkurt annað arbeiði, meðan teirra virki liggur stilt, so skulu tey møta har.

Um virkið liggur stilt í meira enn átta samanhangandi vikur, kann starvsfólkið ikki longur vera í fiskavirkisskipanini, men tey kunnu søkja um at verða flutt yvir í vanligu arbeiðsloysisskipanina. Tá fáa tey rætt til arbeiðsloysisstuðul í 40 tímar um vikuna.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Ikki bara ein útgjaldsskipan

Endamálið við ALS er ikki bara at vera ein útgjaldsskipan, ið tryggjar arbeiðsleysum eina inntøku. ALS virkar eisini fyri at hjálpa arbeiðsleysum at koma út aftur í arbeiðslívið.

Tað verður millum annað gjørt við at bjóða teimum arbeiðsleysu at skráseta seg á einum portali, sum kallast www.starv.fo. Har kunnu arbeiðsleys skriva, hvørjar førleikar tey hava, og fáa ymisk ráð og vegleiðingar um millum annað, hvussu tey skulu bera seg at, tá tey søkja starv, og tá tey skulu til eina setanarsamrøðu hjá einum arbeiðsgevara.

Eisini kunnu tey arbeiðsleysu koma inn á gólvið hjá ALS til eina samrøðu um hesi viðurskifti. ALS bjóðar eisini teimum arbeiðsleysu at sleppa á ymisk skeið, har tey kunnu menna sínar førleikar, soleiðis at tey hava fleiri møguleikar at sleppa framat á arbeiðsmarknaðinum.

Arbeiðsgevarar kunnu eisini fáa hjálp frá ALS til at fáa fatur á arbeiðsfólki. Teir kunnu fáa ókeypis lýsingar á www.starv.fo, har søkt verður eftir arbeiðsfólki, og eisini bjóðar ALS ráðgeving og vegleiðing, um til dømis hvussu ein arbeiðsgevari kann skriva eina góða starvslýsing, og hvussu hann kann hava eina góða starvssamrøðu.

ALS roynir við øðrum orðum at knýta sambond millum arbeiðsgevarar og tey arbeiðsleysu fyri á tann hátt at opna dyrnar út aftur á arbeiðsmarknaðin.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

ALS-stýrið

ALS er skipað sum ein "sjálvseigandi grunnur". Tað merkir, at eingin eigur ALS. Men onkur skal stýra grunninum. Tað ger eitt "stýri", sum er mannað við sjey limum. Tríggir av limunum umboða feløgini hjá løntakarunum og tríggir umboða arbeiðsgevararnar. Sjeyndi limurin er uttanveltaður, og hann er formaður í stýrinum.

Feløgini skjóta upp, hvønn tey vilja hava í stýrið, men tað er landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum, sum velur allar limirnar.

Tað verður ofta sagt, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum (og ikki politikararnir) skulu stýra ALS, men tað er lættari sagt enn gjørt. Bæði inngjøld, útgjøld og onnur viðurskifti viðvíkjandi ALS eru ásett við lógum og kunngerðum. Lógirnar ger løgtingið, og kunngerðirnar lýsir landsstýrismaðurin. Stýrið fyri ALS kann hvørki gera ella broyta eina lóg ella eina kunngerð.

Mannagongdin er tí tann, at tá okkurt skal broytast til dømis viðvíkjandi ALS-gjaldinum, so ger stýrið eitt "tilmæli" til landsstýrismannin, har tey mæla til, hvussu ein kunngerð ella lóg skal broytast. Landsstýrismaðurin ger síðani kunngerðina ella eitt lógaruppskot, sum hann leggur fyri løgtingið. Løgtingið kann í prinsippinum nokta at samtykkja uppskotið, men so ber ikki til at siga, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum stýra ALS. Tí velur politiski myndugleikin vanliga at fylgja tilmælinum frá stýrinum.

Fyri at lætta um mannagongdina hevur løgtingið samtykt, at so leingi sum inngjaldið ikki fer upp um 2,25 prosent av lønini, kann landsstýrismaðurin sjálvur broyta gjaldið við eini kunngerð. Honum nýtist tí ikki at fáa undirtøku frá løgtinginum í hvørjum einstøkum føri, so leingi sum hann heldur seg innan fyri hetta markið.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Gjaldið er ofta broytt

Av tí at tíðirnar, meðan ALS hevur virkað, hava verið rættiliga skiftandi, eru bæði inn- og útgjøld ofta broytt hesi árini.

Aftaná fyrstu truplu kreppuárini fór at ganga betur í føroyska samfelagnum og hetta merktist eisini hjá ALS. Í 2008 vóru bara 300 fólk arbeiðsleys í Føroyum. Men so vendi alt knappliga. Fíggjarkreppa rakti mestsum allan heimin, bankar fóru av knóranum, og trúgvin á at góðu tíðirnar fóru at vara við, hvarv sum døgg fyri sól. Eisini í Føroyum vendi búskaparliga gongdin. Eik Banki fór av knóranum, Faroe Seafood snaraði lykilin um, og arbeiðsloysið tók dik á seg.

Í 2007 hevði ALS rindað 50 mió. krónur til arbeiðsleys, og í 2008 var gjaldið 47 mió. krónur. Men í 2009 reyk tað heilt uppá 157 mió. krónur, og í 2010 var tað 260 mió. krónur. Í 2011 rindaði ALS 308 mió. krónur í arbeiðsloysisstuðli. Inngjaldið var tá 1 prosent av lønini og útgjaldið var 80 prosent, men hetta mátti broytast, um ALS skuldi klára sínar skyldur. Inngjaldið varð tí sett til 1,25 prosent og útgjaldið til 75 prosent. Loftið á útgjaldinum lækkaði eisini úr 20.000 krónum niður í 17.500 krónur.

Tað er trupult at spáa um búskaparligu gongdina, og tí roynir stýrið í ALS at vera á varðhaldi, soleiðis at skipanin altíð megnar at standa ímóti, um tíðirnar brádliga skuldu versna.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Halda fólk virkin

Umframt at geva arbeiðsleysum fíggjarligan stuðul roynir ALS eisini at bjóða teimum at luttaka í ymiskum virksemi, sum ALS skipar fyri. Málsetingurin hjá ALS er at hjálpa fólki útaftur á arbeiðsmarknaðin, og royndir hava víst, at tað er lættari at fáa fólk aftur til arbeiðis, um tey hava verið virkin í verkætlanum, meðan tey vóru arbeiðsleys. ALS bjóðar eisini arbeiðsleysum ymisk skeið, samrøður, ráðgeving og annað.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 978-99918-2-515-1. Upphavsrættur: Nám og høvundurin 2018