Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Í frítíðarlógini er ásett, at allir løntakarar í almennum ella privatum starvi hava rætt til frítíð og frítíðarløn. Hjá tímaløntum verður ein upphædd, sum svarar til 12 prosent av lønini, goldin í frítíðarløn, og hesar pengarnar fær løntakarin tann 1. mai. Fólk, ið fáa fasta løn, fáa ikki hesar pengarnar, men tey hava rætt til frítíð við løn og harumframt fáa tey eitt ískoyti á 1,5% av lønini.

Frítíðin er 30 arbeiðsdagar um árið, sum svarar til 5 arbeiðsvikur. So kann onkur siga, at tað passar ikki, tí vit arbeiða bara 5 dagar um vikuna, og 5 ferðir 5 er ikki 30. Men arbeiðsvikan er í roynd og veru 6 dagar. Innanfyri hesar 6 dagarnar skulu vit arbeiða í 40 tímar, so um vit arbeiða 8 tímar um dagin, so eru vit liðug at arbeiða fulla viku longu áðrenn tann sætta dagin - men leygardagurin er í roynd og veru eisini arbeiðsdagur, og hann telur tí við, tá frítíðin verður roknað.

Frítíðarárið er hjá teimum flestu frá 1. apríl til 31. mars árið eftir. Út frá lønini, ið vit hava tjent í hesum tíðarskeiðinum, verður frítíðarlønin roknað.

Fólk, sum hava verið í arbeiði í minni enn eitt ár, hava eisini rætt til frí í 30 dagar, men tey fáa bara frítíðarløn, sum svarar til tað, sum tey hava arbeitt.

Arbeiðsfólkið og arbeiðsgevarin gera av í felag, nær frítíðin skal vera. Tó er tað eitt krav, at hon skal vera áðrenn 1. mai árið eftir, tá nýtt frítíðarár byrjar. Minst fýra vikur av frítíðini skulu vera út í eitt (samanhangandi), og hesar fýra vikurnar skulu vera í tíðarskeiðinum millum 2. mai og 30. september.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 978-99918-2-515-1. Upphavsrættur: Nám og høvundurin 2018