Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Tá børn verða fødd, hava foreldrini rætt at fáa frí frá arbeiðinum við løn í eina tíð fyri at vera saman við nýfødda barninum. Mamman hevur rætt til 44 vikur, (frá tí at mett verður, at 4 vikur eru eftir, til barnið verður føtt, og 40 vikur aftaná). Um læknin mælir til tað, kann mamman halda frí við løn í 8 vikur áðrenn mett verður, at barnið verður føtt.

Pápin hevur rætt til frí við løn í 4 vikur saman við mammuni. Seinastu 26 vikurnar, sum mamman hevur rætt til, kunnu hon og pápin býta ímillum sín. Tey kunnu tó ikki bæði fáa pengar frá Barsilsskipanini samstundis í hesum tíðarskeiðinum.

Einligar mammur, sum fáa barn, hava, umframt rættin hjá mammum, eisini rætt til frítíðina og lønina, sum pápin annars skuldi fingið. Foreldur, sum ættleiða børn, hava eisini rætt til frítíð við løn í sambandi við ættleiðingina. Foreldur, sum fáa fleiri enn eitt barn undir somu føðing, fáa 4 vikur eyka farloyvi við løn.

Barsilsskipanin verður fíggjað við, at arbeiðarar og arbeiðsgevarar rinda 0,71 % í part av øllum lønum, sum verða goldnar. Hesir pengarnir fara í Barsilsgrunnin, sum rindar út til teirra, ið eru í barnsburðarfarloyvi.

Tey, sum eru í barnsburðarfarloyvi, fáa somu løn hvønn mánað, sum tey hava fingið í meðal um mánaðin tað seinasta árið. Men gjaldið kann tó ikki fara uppum 25.000 krónur um mánaðin (íroknað frítíðarløn og lógarkravda eftirløn), sama hvussu stór lønin hevur verið tað farna árið.

Summi arbeiðsfólk kunnu hava ein lønarsáttmála, sum gevur teimum rætt til løn frá arbeiðsgevaranum, meðan tey eru í barnsburðarfarloyvi. Í tí førinum fær arbeiðsgevarin pengarnar frá Barsilsgrunninum, sum foreldrini annars skuldu fingið.

Tú kanst lesa meira um Barsilsskipanina á heimasíðuni hjá skipanini: www.barsil.fo

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 978-99918-2-515-1. Upphavsrættur: Nám og høvundurin 2018