Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hesin grunnurin verður vanliga kallaður "Samhaldsfasti".

Grunnurin virkar soleiðis, at hvørja ferð tú fært løn, so skulu tú og arbeiðsgevarin rinda 2,25% av lønini í part til grunnin. Hesir pengarnir verða býttir javnt millum øll, sum eru yvir 67 ár. Tey, sum hava størstu inntøkuna rinda mest inn, men øll fáa líka út.

Undantiknir frá regluni um útgjald eru tó pensjonistar, sum ein part av lívinum hava arbeitt uttanlands. Teirra útgjald verður roknað eftir, hvussu leingi tey hava búð í Føroyum. Tey, sum hava búð minni enn 3 ár í Føroyum, meðan tey vóru í aldrinum millum 15 og 67 ár, fáa einki útgoldið.

"Arbeiðslívið" verður síðani roknað til at vera 40 ár, og tí fær pensjonisturin 1/40 av fulla gjaldinum fyri hvørt árið, hann ella hon hevur búð í Føroyum. Tey, sum hava búð longri enn 40 ár í Føroyum, fáa tó ikki meira enn fult gjald.

Tá Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin varð stovnaður í 1991, var skipanin soleiðis, at allir pensjonistar, sum búðu í Føroyum, fingu líka nógv úr grunninum, meðan føroyingar, sum høvdu búsett seg uttanlands, fingu einki. Hetta hevði við sær, at ein útlendingur, sum ongantíð hevði goldið inn í grunnin, men sum á gamalsaldri búsetti seg í Føroyum, fekk fult útgjald, meðan ein føroyingur, sum alt sítt arbeiðslív hevði goldið inn í grunnin, men búsetti seg uttanlands, fekk einki.

Tí varð lógin broytt í 2009, soleiðis at tað ikki longur er ein spurningur, hvar ein býr, og útgjaldið verður roknað eftir árunum, ið tann einstaki pensjonisturin hevur goldið inn í grunnin. Spurningurin, hvussu nógv viðkomandi hevur goldið inn hvørt árið, hevur framvegis onga ávirkan á, hvussu nógv verður goldið út.

At sita fyri eftirlønargrunninum er eitt stýrið valt, sum hevur tríggjar limir. Ein umboðar arbeiðsgevarar, ein umboðar løntakarar, og stjórin í Landsbankanum er formaður í stýrinum fyri eftirlønargrunnin.

Útgjaldið er nógv hækkað, síðani grunnurin varð settur á stovn í 1991. Onkuntíð hevur løgtingið samtykt at hækka bæði inngjaldið og útgjaldið, og einaferð um árið roknar stýrið fyri grunnin út, hvussu nógv grunnurin hevur ráð til at rinda út í komandi ári.

Í 2017 er gjaldið 4.025 krónur um mánaðin til hvønn pensjonist.

Tú kanst lesa meira um Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin á heimasíðuni hjá grunninum: www.ameg.fo

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 978-99918-2-515-1. Upphavsrættur: Nám og høvundurin 2018