Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Nógvir vandar kunnu hótta starvsfólk á einum arbeiðsplássi. Tey kunnu vera fyri óhappi, og eisini kann umhvørvið í síni heild vera ósunt ella heilsuskaðiligt at vera í (bæði likamliga og sálarliga). Umráðandi er tí at skipa soleiðis fyri, at tað er trygt at vera á arbeiðsplássinum.

Føroyar hava eina "arbeiðsumhvørvislóg", ið setir krøv til trygdina á arbeiðsplássum, og vit hava eisini eitt Arbeiðseftirlit, sum kannar arbeiðsplássini og leiðbeinir um trygdarviðurskifti. Um ein skaði hendir á einum arbeiðsplássi, kannar Arbeiðseftirlitið orsøkina til skaðan, soleiðis at fyribyrgjast kann, at líknandi skaði hendir aftur.

Arbeiðsumhvørvislógin fevnir í høvuðsheitum um alt arbeiði, sum verður gjørt fyri ein arbeiðsgevara á landi. Endamálið við lógini er millum annað at virka fyri einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi. Arbeiðið skal altíð skipast soleiðis, at trygd og heilsa ikki er í vanda, og at øll tøknilig amboð skulu vera trygg at nýta.

Tey, sum selja, leiga út, geva ella sýna fram maskinur, maskinlutir, amboð ella onnur tøknilig hjálpitól til eitt virki, hava ábyrgd av, at nevndu lutir eru útgjørdir við neyðugum trygdarútbúnaði og kunnu nýtast til tað, teir eru ætlaðir, uttan at vera vandamiklir fyri trygdina ella heilsuna.

Arbeiðsformaðurin skal virka fyri, at arbeiðsviðurskiftini eru fullgóð viðvíkjandi trygd og heilsu. Harumframt skal formaðurin síggja til, at tey tiltøk, sum verða gjørd fyri at betra um trygdar- og heilsuviðurskiftini á arbeiðsplássinum, virka eftir ætlan. Arbeiðsfólkini hava eisini ábyrgd av at siga frá, um tey varnast vandar á arbeiðsplássinum.

Arbeiðsumhvørvislógin er skipað soleiðis, at fyri smá virki eru trygdarkrøvini ikki líka nógv útgreinað, sum tey eru fyri størri virki. Lógin sigur, at á virkjum har 1 – 9 fólk arbeiða, eigur mest møguligt persónligt samband at vera millum arbeiðsgevaran, arbeiðsformenn (um nakrir eru) og hini arbeiðsfólkini.

Á virkjum, har 10 ella fleiri fólk arbeiða, skal arbeiðsformaðurin fyri einum virkisøki saman við einum trygdarumboði, sum umboðar starvsfólkini, skipa ein trygdarbólk fyri tað ávísa arbeiðsøkið. Arbeiðseftirlitið kann í serligum førum geva loyvi til undantak frá hesi reglu.

Á virkjum, sum hava 20 arbeiðsfólk ella fleiri, skal ein trygdarnevnd skipast. Henda nevndin skal fyriskipa, leiða, ráðgeva, kunna og hava eftirlit við trygdar- og heilsuliga arbeiðinum á virkinum.

Tá eftirlitsmaðurin frá Arbeiðseftirlitinum vitjar eitt virki, skal hann hava samband við leiðsluna á virkinum, trygdarumboðini á staðnum, trygdarbólkarnar og umboð fyri trygdarnevndina. Tey ymsu trygdarumboðini hava rætt til at seta eftirlitsmanninum hjá Arbeiðseftirlitinum allar teir spurningar, sum hava týdning fyri trygdina og heilsuumstøðurnar á virkinum.

Arbeiðsumhvørvislógin hevur eisini reglur um hvílitíð. Arbeiðsfólk skulu í høvuðsheitum hava hvílitíð í minst 11 samanhangandi tímar. Arbeiðsfólk mugu heldur ikki regluliga arbeiða sunnu- og halgidagssamdøgur.

Børn, ið ikki eru fylt 14 ár, mugu ikki hava vinnuligt arbeiði. Undantikið er tó lættari hjálpararbeiði tveir tímar um dagin. Ung mugu ikki arbeiða meira enn 10 tímar um dagin. Ungfólk, sum ikki eru fylt 18 ár, skulu hava hvíldartíð, sum er í minsta lagi 12 tímar um samdøgrið.

Tú kanst lesa meira um arbeiðsumhvørvið á heimasíðuni hjá Arbeiðseftirlitinum: arb.fo

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 978-99918-2-515-1. Upphavsrættur: Nám og høvundurin 2018