Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Lógin um javnstøðu millum kvinnur og menn er frá 1994, og endamálið við henni er at beina burtur allan mismun vegna kyn.

Í sambandi við til dømis starvssetanir, uppsagnir, lønarflokkingar, starvsflytingar, farloyvi, arbeiðsumstøður og framíhjárættindi, skulu kvinnur og menn vera javnsett.

Kvinnur og menn skulu hava somu løn og ágóða annars fyri sama arbeiði, og arbeiðsgevarar skulu geva kvinnum og monnum eins møguleikar til t.d. útbúgving, umskúling og økt starvsføri.

Hagtøl vísa, at býtið millum kvinnur og menn á føroyska arbeiðsmarknaðinum er toluliga javnt, hóast menninir eru nakað betur umboðaðir. Men hóast tað so vísa hagtølini eisini, at spurningurin um javnstøðu hevur heilt aðrar avbjóðingar, enn tær sum lógin umfatar. Hagtøl frá 2013 vísa nevniliga, at meira enn helvtin av øllum kvinnum á arbeiðsmarknaðinum, 52,4 %, arbeiða niðursetta tíð, samanborið við 13,5 % av monnum. Hetta merkir, at hóast tímalønin er tann sama hjá báðum kynum, so hava menn nógv størri ársinntøku enn kvinnur, tí at tímarnir hjá teimum á arbeiðsmarknaðinum eru nógv fleiri.

Ein orsøkin til hesa støðuna er, at kvinnurnar í nógvum førum velja sjálvar at vera meira heima hjá børnunum, men ein avleiðing av hesum er, at tann parturin av lønini, sum fer til pensjónsuppsparing, er minni hjá kvinnum enn hjá monnum. Harvið fáa tær minni at liva av, tá tær koma í pensjónsaldur. Ein onnur avleiðing er, at tað gongur longri tíð hjá kvinnum enn hjá monnum at fáa hækkingar í lønini orsaka av starvsaldri. Tí verður lønin fyri hvønn arbeiðstíma við tíðini lægri hjá kvinnum enn hjá monnum, hóast sáttmálin sigur, at lønin er tann sama.

Javnstøðulógin hevur bara ásetingar um javnstøðu millum kynini. Hon krevur ikki javnstøðu millum aðrar partar í samfelagnum. Spurningurin er onkuntíð frammi, um lógin eisini átti at fevnt um aðrar møguligar mismunir sum til dømis vegna húðalit, aldur og brek, men higartil eru ongar broytingar gjørdar í lógini tí viðvíkjandi.

Tað er Javnstøðunevndin, sum hevur eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin. Javnstøðunevndin er ráðgevi hjá myndugleikum og øðrum í javnstøðuspurningum og skal gera tilmæli í javnstøðumálum. Fólk, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna kyn, kunnu kæra til Javnstøðunevndina.

Í Javnstøðunevndini sita fimm limir. Avvarðandi landsstýrisfólk velur formannin/-kvinnuna og tilnevnir eftir tilmæli frá feløgum og stovnum fýra aðrar limir umboðandi arbeiðsgevarar, løntakarar, Kvinnufelagssamskipan Føroya og skúla-, heilsu og almannaverkið.

Heimasíðan hjá Javnstøðunevndini er: www.javnstoda.fo

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 978-99918-2-515-1. Upphavsrættur: Nám og høvundurin 2018