Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Arbeiðsfólk, sum eru frá arbeiði orsaka av sjúku, skaðatilburði ella eru við barn, og heilsuvandi er fyri móður ella barni, hava rætt til sjúkradagpengar, um tey annars ikki hava rætt til løn ella aðra veiting. Treytin er tó, at tann sjúki hevur læknaváttan, sum váttar óarbeiðsførið.

Landskassin rindar dagpeningin, tó skal arbeiðsgevarin rinda fyri fyrsta og annan fráverudagin.

Persónur, ið fær dagpening, skal vera fyltur 16 ár og má ikki vera eldri enn 70 ár. Aðrar treytir eru, at hann skal hava fastan bústað og fulla skattskyldu í Føroyum. Viðkomandi skal eisini hava arbeitt ella fingið gjald úr ALS í minst 20 tímar tilsamans seinastu fimm vikurnar undan sjúkrafráveruni.

Gjaldið frá dagpeningaskipanini er vanliga 80% av meðallønini seinastu fimm vikurnar undan sjúkrafráveruni.

Sjómenn, sum hava hýru við føroyskum ella útlendskum fari, hava sama rætt til dagpengar sum fólk, ið arbeiða á landi. Eisini hava útróðrarmenn og sjálvstøðugt vinnurekandi, sum ikki hava ella bara í lítlan mun hava onnur arbeiðsfólk aftrat sær, rætt til dagpengar. Persónar við álvarsliga sjúkum hjúnafelaga ella barni hava eisini rætt til dagpengar fyri at vera um tann sjúka.

Tann, sum fær dagpengarnar, hevur sjálvur ábyrgd av, at fráboðanin um sjúku verður latin Almannastovuni rættstundis. Dagpeningur verður veittur í mesta lagi í 40 vikur frá fyrsta fráverudegi.

Oyðublað: Umsókn um dagpening

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 978-99918-2-515-1. Upphavsrættur: Nám og høvundurin 2018