Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Tað eru mong, sum orsaka av likamligum ella sálarligum breki, varandi sjúku ella týðandi persónligum sosialum viðurskiftum ikki hava fullan førleika at arbeiða undir vanligum umstøðum, men sum kortini kunnu virka lutvíst á arbeiðsmarknaðinum. Fyri hesi er ein skipan gjørd við tillagaðum størvum.

Øll, sum orsaka av nevndu viðurskiftum hava í minsta lagi 1/3 skerdan førleika, hava møguleika at vera í einum tillagaðum starvi. Talan kann vera um persónar, sum hava brúk fyri meira hvíld, fleiri sjúkradøgum, læknavitjanum o.s.fr.

Skipanin virkar soleiðis, at arbeiðsgevarin rindar løn fyri arbeiðið, sum ein persónur í hesi støðuni ger á arbeiðsplássinum, meðan Almannaverkið rindar eitt ískoyti fyri hin partin, sum hesin persónurin ikki fær verið til arbeiðis. Parturin hjá Almannaverkinum kann í mesta lagi vera 80% av eini vanligari arbeiðaraløn.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 978-99918-2-515-1. Upphavsrættur: Nám og høvundurin 2018