Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Síðuinnihald

Samtak

Hóast nøkur feløg, sum fyrr vóru við í Føroya Arbeiðarafelag, ikki eru har longur, so hava fleiri av teimum tey seinnu árini savnað seg í felagnum Samtak . Endamálið við Samtaki er at fáa feløgini at standa saman um felags áhugamál, men hinvegin so er endamálið ikki, at Samtak skal koma ístaðin fyri fakfeløgini. Samtak skal harafturímóti arbeiða á yvirskipaðum stigi og taka viðkomandi arbeiðsmarknaðarspurningar upp.

Fakfeløg vilja við Samtaki í størri mun seta dagsskránna viðvíkjandi arbeiðsmarknaðarmálum og virka fyri, at umstøðurnar hjá limum teirra fáa størri rúmd í almenna rúminum. Fyri at røkka hesum málinum hevur Samtak millum annað portalin samtak.fo, sum er eitt av høvuðsamboðunum í arbeiðinum hjá Samtaki. Har verða tíðindi skrivað um arbeiðsmarknaðarmál, og eisini er kunnandi tilfar at finna har, hvar ið arbeiðarar kunnu lesa um sáttmálar og um hvørji rættindi tey hava, um tey koma í ávísar støður.

Samtak hevur eisini avtalur við fleiri fyritøkur, um at limir í felagnum fáa avsláttur, tá tey keypa vørur ella tænastur frá hesum fyritøkunum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Vinnuhúsið

Føroya Arbeiðsgevarafelag eigur og rekur Vinnuhúsið, sum er felags heiti fyri flestu arbeiðsgevara- og vinnugreinafeløg á privata arbeiðsmarknaðinum. Nevndin í felagnum hevur ábyrgdina av virkseminum í Vinnuhúsinum, og hevur sett ein stjóra, sum tekur sær av dagliga rakstrinum har.

Í Føroya Arbeiðsgevarafelag eru fýra onnur feløg (sokallaðar arbeiðsgevarasamskipanir). Tey eru Føroya Handverksmeistarafelag, Reiðarafelagið fyri Farmaskip, Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum og Føroya Prentsmiðjufelag. Limirnir í hesum feløgunum eru gjøgnum teirra feløg eisini limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Men einstakir arbeiðsgevarar, sum ikki eru limir í nøkrum av hesum feløgunum, kunnu eisini vera limir beinleiðis í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Í Vinnuhúsinum húsast eisini sokallað "vinnugreinafeløg". Tað eru feløg, ið umboða ein ávísan part av vinnuni, sum til dømis Havbúnaðarfelagið, Føroya Ráfiskakeyparafelag o.s.fr. Hesi feløgini hava einki við lønarsáttmálar og onnur arbeiðsmarknaðarmál at gera, men tey taka sær av øðrum spurningum, meðan til dømis Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur sær av tí partinum, sum viðvíkur arbeiðsmarknaðinum.

Vinnugreinafeløgini hava avtalu við Føroya Arbeiðsgevarafelag um at hava skrivstovu í Vinnuhúsinum, og tey hava eisini avtalu um, hvørjar uppgávur starvsfólk hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag skulu loysa fyri tey.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 978-99918-2-515-1. Upphavsrættur: Nám og høvundurin 2018