Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Støðan á føroyska arbeiðsmarknaðinum hevur seinnu árini verið rættiliga friðarlig. Vit hava havt fá verkføll, so okkurt bendir á, at tað hevur eydnast gjøgnum tey farnu 100 árini at byggja upp ein arbeiðsmarknað, sum partarnir so ella so eru nøgdir við. Tó verður tað ongantíð so, at øll verða nøgd við alt, og hóast langt er ímillum verkføllini, so eru framvegis nógvar ósemjur í tí dagliga, sum partarnir mugu fáa greiðu á. Sigast má tó, at vit eru betur brynjað at møta ósemjunum nú, enn vit vóru fyrr.

Henda vælvirkandi arbeiðsmarknaðin, sum partarnir í felag hava bygt upp hesa seinastu øldina, eiga vit ikki at taka sum eina sjálvfylgju. Tað hevur tikið langa tíð og hevur kostað nógv stríð at koma til hetta úrslitið.

Arbeiðsmarknaðurin er týdningarmesti marknaðurin í einum nútímans samfelag. Uttan ein vælvirkandi arbeiðsmarknað verður eingin vælferð. Tí er umráðandi at hava góðar skipanir fyri allar partar og ein góðan vilja til at fáa arbeiðsmarknaðin at virka væl.

Tað tekur langa tíð at byggja upp, men skjótt er at bróta niður, og ábyrgdin fyri tí góða úrslitinum liggur á okkum øllum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 978-99918-2-515-1. Upphavsrættur: Nám og høvundurin 2018